Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Parkinsonfelagið á ráðstevnu suðuri í Vági


Skrivað hevur Oliver Joensen 16.10.2016 - 22:01

Lýsing Lýs her...

Hetta vikuskiftið, hava limur úr Parkinsonfelagnum verið í Páls Høll suðuri í Vági, har fundir og venjingar hava verið.

Tað var Páls Høll, sum í samstarvi við Pakinsonfelagið skipaði fyri. Ein stórur partur av ráðstevnuni var venjing og vælvera. Tað hevur nevniliga sera stóran týdning, at parkinsonrakt venja nógv kropsligt.

Umframt Páls Høll, so var avtala eisini gjørd við Hotel Bakkin, har luttakararnir fingu morgunmat, døgurða og náttvera alt vikuskiftið. Nøkur høvdu leiga sær kamar á Hotel Bakkanum, ímeðan onnur búleikaðust í teim nýggju smáttunum í Vági.

Tiltakið byrjaði fríggjadagin eftir at Smyril var komin suður við hugnaløtu í Páshøll við svimjing, heitum potti og sauna.

Leygardagin var felags fimleikur ,vælvera, fitnis og annað, eftir døgurða á Hotel Bakkin var lættur fimleikur í hylinum. Um kvøldið var limafundur og Galladøgurði.

Tvørámaðurin, Tróndur Nolsø hevði málað ein málning til ráðstevnuna. Hann hevði fingið Hendrik Old at halda Meksikanska uppboðssølu av málninginum. Tað gjørdist sum vera man stuttlig løta í Páls Høll tá uppboðssølan var og væl av peningi kom inn til felagið fyri málningin.

Skipa var eisini fyri fundi fyri avvarðandi av parkinsonraktum. Hesin fundurin var saman við psykologi, eitt sera áhugavert tiltak.

Fyri venjingarpartinum og tí praktiska í Páls Høll, stóð Sigurð Martin Simonsen, fysioterapeutur.

Sigast skal at tiltakið var sera væl fyriskipað og eydnaðist somikið væl, at ætlanir eru um at taka tiltakið upp aftur í komandi ári.

Lýsing Lýs her...