Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Pitsa-Guðstænastan samansjóðar okkum sum búgva her


Skrivað hevur Snorri Brend 12.09.2017 - 16:03

Lýsing Lýs her...
Tey mongu, sum mikukvøldið vóru til eina sonevnda pitsa-Guðstænastu í Kunoy, fingu tríggjar – ja, faktist fýra - heilt serstakar upplivingar

Í fyrsta lagi, at henda barna- og ungdómsguðstænastan var skipað soleiðis, at ein við viðkomandi og greiðum boðskapi og sálmavali kundi røkka júst hesum aldursbólki.

Í øðrum lagi var tað sermerkt, at kirkjan var nærum fullsett, tá Kirkjuráðið og Marjun Lómaklett, prestur lótu dyrnar upp fyri hesi fyrstu guðstænastuni av sínum slagi her. Sungnir vóru lættir sálmar, sum nógv av fólkinum dugdu uttanat.

Og í triðja lagi vóru tað tey ungu sum nú sluppu framat: Ung kvinna var deknur; tvær 12 og 15 ára gamlar gentur úr bygdini sótu við urguna og spældu præ- og postludium; og sum tað triðja, var tað ein ungur maður, sum las upp ein part av prædikuni.

- Nei, tað er ikki á hvørjum degi, at tað eru so nógv fólk í okkara kirkju. Hetta vísir, at um vit vilja hava fólk í ymiskum aldri í kirkju, so er hetta ein vegur at ganga, sigur 44 ára gamla Eyðbritt Sørensen, sum er ættað úr Klaksvík, men býr í Kunoy.

- Jú, tað var stuttligt at vera í kirkju í dag. Eg vóni, at hetta verður gjørt umaftur.

Raktu málbólkin
Gudstænastan byrjaði kl. 17:30 stundisliga, men longu væl áðrenn tað høvdu tey flestu longu funnið sítt pláss í lítlu, hugnaligu og nýumvældu kirkjuni. Her vóru fólk bæði úr bygdini og grannabygdini Haraldssundi, eins og fólk úr Klaksvík og aðrastaðni í Norðoyggjum sóust millum kirkjufólkið henda seinnapartin.

Eyðbritt Sørensen dámar væl, at nógv fólk møta upp, tá ein soleiðis ger nakað serligt burtur úr eini gudstænastu í eini lítlari bygd, sum ikki telur meiri enn eini 70 fólk.

- Tað er gott at koma saman við bygdarfólkinum og teimum, ið koma aðrastaðni frá. Tað skapar góðan trivnað og samansjóðar okkum sum búgva her, óansæð hvørji vit eru.

- Eg haldi eisini, at tað er fantastiskt at fólk vilja seta tíð av soleiðis at koma í okkara kirkju, leggur hon aftrat.

Fyri hana var tað eisini av týdningi, at hetta var ein ”barna- og ungdómsgudstænasta”, og at gudstænastan eisini var ætlað hesum aldursbólkinum – og bert vardi í 30 minuttir!

- Kanska tey ungu ikki altíð skilja so nógv av tí, sum verður prædikað ella lisið við eina vanliga gudstænastu sunnudag. Men her var í øllum førum boðskapurin presenteraður soleiðis, at tey høvdu møguleika at skilja hann, slær hon fast.

Fínt konsept
Tað skiltist á presti, Marjun Lómaklett at hetta konseptið við pitsagudstænastuni er komið fyri at vera.
Í roynd og veru var henda gudstænastan tann fyrsta í eini røð av fleiri. So fólk í Kunoy hava gott í væntu.

Konseptið er einfalt: Skipað verður fyri eini barna- og ungdómsgudstænastu í kirkjuni við eini lættari prædiku og løttum sálmum, sum nógv kenna og duga uttanat. Aftaná kom so tað fjórða og serstaka:
Øll vórðu nevniliga boðin niðan í bygdarhúsið til vælsmakkandi heimagjørda pitsa. Tað var neyvan nakar sum ikki tók av hesum ótrúliga tilboðnum!

- Jú, hetta er eitt fínt konsept, sum má endurtakast, men bara ikki ov ofta, sigur Eyðbritt Sørensen.


Lýsing Lýs her...