Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Politiskur panikkur í KvF? - leysa milliardin hjá samgongumiðlinum


Skrivað hevur Bjarni Djurholm 04.11.2017 - 19:40

Lýsing Lýs her...

Nú man reka hart á kíkin í samgonguni og í Sortudíki

Mikukvøldið gjørdi samgongutíðindaberin (hon hjá Framsókn) ordiliga burturav sær, tá hon kundi “avdúka”, at landsstýrismaðurin, sum stríðist fyri at býta virðini so javnt millum manna, kortini “bert” fer eftir minni enn helvtini av yvirnormala vinninginum hjá høvuðsvinnuni – ogn Føroya Fólks.

Hann hevði veitt reiðarunum munandi avsláttur frá landsstýrinum?

At stuðla undir páhaldið um, at vinnan hevur heila milliard árliga í óuppibornum vinningi, var frágreiðing hjá Tjóðbankanum havd á lofti.

Greitt varð frá, at Ríkisumboðið hevði borið Tjóðbankanum tølini. At útrokningarnar eru komnar úr Fiskimálaráðnum, bleiv bert nevnt í hissini. Hvussu komið er fram til stolnu milliardina varð als ikki umrøtt – og er slettis ikki dokumenterað.

At fleiri hava undrast stórliga og fakliga mótmælt (politisku) útrokningini av upphæddini, var sum vera man ikki partur av kunningini til lurtararnar.

Granskarin

At greina stuldurin av ogn Føroya Fólks, slapp lektarin og granskarin í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum – hann sum alt sítt virkna lív politiskt rósaði millum Tirana og Phnom Penh, til Múrurin fór í grús, og síðani sum kamuflaga hevur verið sokallaður superliberalist – alt sum ikki kann standa skal falla, slapp fyri opnari mikrofon óredigerað og uttan nakran viðkomandi spurning at útleggja sín politiska sosialistiska tekst fyri almenninginum.

Ja, hann kundi enntá avdúka, at landsstýrismaðurin í berari ósjálvsøknari semjusøkjan, hevði tillagað fiskivinnureformin og veiðigjaldið so nógv, at vikið var munandi frá reinu vøruni – kollveltingini, har fólkið fær sín fulla og óskorna lut í egnari ogn.

Trýstið

Hetta hevði landsstýrismaðurin tíverri gjørt fyri at tekkjast politisku skipanini, orsakað av øgiliga politiska trýstinum frá teirri eini síðuni – reiðarunum, milliarderunum, sum hóttu føroyska fólkaræðið...., segði granskarin, kommisserurin og kollektivisturin, sum í sínum politiska ástøði í ártíggju (og framvegis) avnoktaði alt, sum líktist fólkaræði?

Ístaðin fyri at greina ávirkanina og skaðan av uppskotinum fyri fiskivinnuna, megnaði tíðindaberin soleiðis at varpa ljósið burtur frá uppskotinum um veiðigjald.

Ístaðin at staðfesta, at við uppskotunum verður grundarlagið tikið undan fiskivinnuni, fekk útvarpskvinnan tað til, at fiskivinnan, reiðarí og manningar fingu ein “munandi avsláttur”?

Heilfluktari

Í viðkomandi Radaranum løtu frammanundan um pensiónsaldur o.a., kláraði annar búskaparfrøðingur eisini at gera eina fintu móti fiskivinnuni.

Í ásannanini av, at hækking av pensiónsaldrinum ikki er nóg mikið at dekka vaksandi útreiðslurnar til eldraøkið, gjørdi hon ein heilfluktara og segði, at írestandi peningurin skuldi takast frá fiskivinnuni?

Sama søga, bygd á sama ósakliga og ódokumenteraða uppáhald um leysu stolnu milliardina. Eisini hetta slapp at standa ósvarað.

Betra helvtin

Lítið er at ivast í, at redaktørurin hetta kvøldið mundi kenna hetta sum eitt satt tíðindahál. Hon er jú betra helvtin hjá hinum frøðinginum á Fróðskaparsetrinum, sum uttan íhald og sum hoflevarandørur í kilomertrainnsløgum í KvF, hevur missionerað fyri ótálmaðari uppboðsølu – at stolna ogn fólksins aftur skal til røttu eigararnar og umsitast av politisku kammeratunum í Tinganesi.

Politisku kyndlaberararnir fyri at kollvelta høvuðsvinnuna - landsstýrismaðurin, granskarin og hoflevarandørurin, eru teir einastu, sum trábeintir halda fast við revolutiónina, væl hjálptir av almenna miðlinum.

Men teir hava so fingið eitt andarhald afturat, nú sjálvstýrarin í Klaksvík fyri aðru ferð í ein mánaða, er vorðin politiska klípið, sum tryggjar sosialistisku ridlandi samgonguni frið, so hon framhaldandi kann manifestera ognartøkuna av frælsu fiskivinnuni.

Hetta var so almenna miðlahjálpin hesa vikuna til sosialistisku gonguna.

Tað er lítið nýtt undir sólini, má sigast.

Lýsing Lýs her...