Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Prógvhandan verður fríggjadagin 23. juni 2017


Skrivað hevur Tíðindaskriv 15.06.2017 - 08:33

Lýsing Lýs her...

Í summar taka 162 lesandi væntandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya

Av teim 162 próvtakarunum taka 151 bachelorprógv, 10 taka masterprógv og ein tekur hjánámsprógv. Talan er um 40 lærarar, 35 námsfrøðingar, 17 sjúkrarøktarfrøðingar, 13 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 3 frá Føroyamálsdeildini og 8 frá Náttúruvísindadeildini. Harumframt hava fleiri lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og verða hesi eisini hátíðarhildin til prógvhandanina.

Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 23. juni kl. 10.00. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár.

Tiltakið er alment, men av tí at plássið er avmarkað og øll, sum koma, mugu hava sess, verður heitt á tey lesandi um einans at hava tvey-trý avvarðandi við hvør.


Skráin:

10:00 Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar vælkomin og heldur røðu

10:05 Umboð fyri tey lesandi heldur røðu – Bergur A. Dalsgarð

10:15 Tónleikur – JASMIN

10.25 Prógvhandan

11:10 Gestarøða – Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantic Airways

11:25 Rektarin takkar fyri og bjóðar til ábit

11:30-13:00 Myndatøka og ábit

Lýsing Lýs her...