Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Psykiatriski depilin MÁ raðfestast munandi hægri


Skrivað hevur Sinnisbati 14.07.2017 - 14:45

Lýsing Lýs her...

Tað er gott, at avvarðandi myndugleikar tykjast, at taka átaluna frá Løgtingsins umboðsmanni til umstøðurnar á Psykiatriska deplinum í álvara. Tó at vit ikki kenna allar smálutir í hesum málinum, so undirbyggir frágreiðingin og átalan, at Psykiatriski Depilin hevur brúk fyri eini munandi hægri raðfesting, um ein skal sleppa undan avmakt og átaluverdum umstøðum

Serliga hava vit bitið merki í støðuna um tvingsil í 43 samdøgur, at barnarættindini ikki verða vird, tá ið ungdómur undir 18 ár verður innlagdur, og at sjúkrafráveran millum starvsfólkini er høg. Uttan at fara í smálutir, vóna vit at Psykiatriski depilin áhaldandi tekur hesa frágreiðing frá Umboðsmanninum í størsta álvara og ger alt fyri, at hetta verður tikið hond um.

At brúka tvang í 43 samanhangandi døgn, sigur okkum so mikið, at talan er um avmakt, so ella so. Lógin heimilar tvingsul, og í einstøkum førum verjir hetta bæði borgaran og starvsfólk, ið eru um viðkomandi psykiatriska sjúkling, men alt við máta. Um so er at viðgerð til eitt fólk er so umfatandi, og krevur so nógv av umstøðunum, at hon ikki verður framd, ella kann fremjast, og alternativið er at leggja viðkomandi í belti 43 døgn á rað, má ein umhugsa, um vit skulu senda viðkomandi til eitt stað har hendan viðgerðin kann fara fram.

Vit senda áhaldandi sjúklingar til viðgerð uttanlands, ið hava aðrar avbjóðingar, og hetta kundi verið eitt dømi um, at ein psykiatriskur sjúklingur eisini skal hava hendan møguleikan.

Vit í Sinnisbata vóna at avvarðandi politiski myndugleiki av álvara ressast og tekur støðuna til eftirtektar. Starvsfólkini á psyskiatriska deplinum, arbeiða undir sera átaluverdum kørmum, og hava gjørt tað í áravís. Mest sannlíkt er ein orsøk til at starvsfólk enda í eini støðu, at ein sjúklingur má leggjast í belti, at alt ov fáir møguleikar eru fyri at skerma sjúkling, sum er harðligur, ella hóttandi. Karmarnir Psykiatriski depilin arbeiðir undir, eru út av lagið ótíðarhóskandi og samsvara als ikki til karmar kring nútímans psykiatri, eins og arbeiðsorkan er ov lítil.

Sinnisbati gleðist um at tað gongur framá við bygging av nýggjum psykiatriskum depli í Álageri, men tað er ikki løtuverk at byggja slíkan, og gevur ikki størri arbeiðsorku. Ímeðan vit bíða má hond takast um støðuna, so at starvsfólk og leiðsla á Psykiatriska deplinum fáa arbeitt, uttan at enda í støðum har fólk verða tvangsfikserað í alt for langa tíð, so at innløgd børn kunnu fáa hjálp í okkara psykiatri undir virðiligum kørmum, og so at starvsfólkini ikki slíta seg sjálvan upp.

Lýsing Lýs her...