Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Punktgjald Vágar: Punktgjald Norðoyggjar


Skrivað hevur Marius Dam 18.04.2017 - 12:55

Lýsing Lýs her...


Tá øll onnur í Føroyum gjalda vegskatt fyri at koyra eftir vegum í Føroyum, so má tað sama verða galdandi til Vágar og Norðoyggjar. Annars verður borgarin viðfarin ymiskt, alt eftir hvar í landinum hann býr. Og tað er grundleggjandi skeivt.

Roynd verður nú gjørd frá politiskari síðu at gera útjaðaraøki r til avgjaldsøkir. Tað síggja vit, at núverandi samgonga roynir at gera. Undanførslur og lygnir verða nýttar, fyri at renna undan púra greiðum avtalum og samtyktum á Føroya Løgtingi. Fjølmiðlarnir verða eins og dukkur í dukkuleiki misnýttir av Landstýrismanninum. Nógv demokratisk princippir verða brotin. Løgtingslógir verða brotnar. Avtalur verða brotnar. Politiski myndugleikin ger, at útjaðaraøkir verða verri fyri enn onnur økir og borgarar verða verri fyri tí teir búgva í ávisum økjum. Tað mest grundleggjandi í okkara demokratii, er júst at halda gjørdar avtalur og tryggja, at allir borgarar verða eins fyri lógini.

Um stutta tíð verður punktgjald eisini kravt av Klaksvík. Somu lygnir og undarførslur verða helst nýttar enn einaferð. Er hetta útjaðaraøkispolitikkurin í Føroyum ídag?

Marjus Dam, fyrrv løgtingslimur.

Lýsing Lýs her...