Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Reingerðarfólk til Norðoya Røktarheim


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 31.10.2017 - 17:13

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Norðoya Røktarheimi, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Vit sóknast eftir

  • Reingerðarfólki á setanarbrøki 0,5 at byrja 1. des. 2017, ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður aðru hvørja viku

Á Norðoya Røktarheimi búgva 28 fólk á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Norðoya Røktarheimi tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

  • Røkin
  • Skilir týdningin av góðum reinføri fyri trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum
  • Góð samstarvsevni


Vit kunnu bjóða

  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tlf. +298 793430.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 17. november 2017.

Lýsing Lýs her...