Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Rennibreytin liðug í 2019


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 15.03.2017 - 20:35

Lýsing Lýs her...

LBF toymið vann projekteringina av rennibreytini við eyka fótbóltsvølli

Á lítlari samkomu í býráðshúsinum í dag varð vinnarin av projekteringini av rennibreytini við fótbóltsvølli á ítróttarøkinum við Másheygg kosin. 

Tvey toymi kappaðust og vinnari gjørdist LBF toymi. Í toyminum eru MAP arkitektar saman við Jóannes Petersen arkitekti, LBF ráðgevandi verkfr og PB Consult. 

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini avdúkaði vinnaran og fegnaðist um innkomnu tekningarnar og at projekti nú er komin so væl áleiðis. 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri upplýsti at rennibreyt við eyka fótbóltsvølli skal standa liðugt í 2019 og tí er umráðandi at arbeiða skjótt, so at hetta kann lata seg gera. 

- Projekti lýtur fram í tíð, vit síggja á tekningunum at tekja er løgd omaná rennibreytina við eyka fótbóltsvøllinum. Býráðið kemur at taka støðu til hvussu farast skal víðari við høllini, tó upplýsti borgarstjórin at tað var lítið sannlíkt at øll verkætlanin verður gjøgnumførd beint nú, uttan at fleiri aktørar eru við í fíggingini. 

- Nógvar spennandi verkætlanir standa í gerð, sum fara at broyta okkara kommunu nógv, harímillum miðbýðurin og skúlin, sum eru í ferð við at taka skap, samstundis sum mentanarhúsið eftir ætlan skal standa liðugt í 2020, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri


 


Lýsing Lýs her...