Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Roknskaparfólk/skrivari til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar 07.08.2017 - 20:57

Lýsing Lýs her...

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar søkir eftir roknskaparfólki/skrivara at byrja 1. september 2017 ella eftir avtalu

Uppgávur:

  • Taka sær av roknskapi felagsins
  • Taka sær av limaviðurskiftum
  • Vegleiða limir, ið venda sær til felagið
  • Umsitingarligar uppgávir


Førleikakrøv:

  • Hevur útbúgving og royndir sum roknskaparfólk
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Er tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja at samstarva
  • Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu
  • Hevur áhuga í og vitan um fakfelagsarbeiði sum heild


Løn og setanarviðurskifti.
Løn og setanarviðurskifti er eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Starvsbrøkur er 1.0.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óluvu í Gong, forkvinnu tlf 211309.

Umsóknarfreistin er 16. august 2017 kl 12:00 og skal sendast til oig@sjukrarokt.fo.

Lýsing Lýs her...