Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Ruskinnsavnari til IRF

IRF søkir við hesum eftir ruskinnsavnara at byrja skjótast til ber.


Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv í bilinum Royðuber, sum m.a. fevnir um innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum.

Hevur tú stóra koyrikortið, kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jaligur, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum hjá IRF.

Løn
Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nærri kunning
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF, tel 414243, og spyrja eftir Jógvan Júst Olsen.

Freist
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. februar 2017.

IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
irf@irf.fo