Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Samgongumál størri týdning enn løgtingsnevnd sum hevur eftirlit við landsstýrinum


Skrivað hevur John William Joensen 19.05.2017 - 16:45

Lýsing Lýs her...

Viðgerðin í løgtinginum, av misálitinum á Føroya Løgmann, hevur gingið sum væntað. Samgongan saman við Sonju Jógvansdóttir slær manngarð kring løgmann og andstøðan talar fyri misálitinum.

Sonja Jógvansdóttir kom við beinleiðis álopi á Landsstýrismálanevndina og segði at orðsøkin til at meirilutin í nevndini gekk ímóti løgmanni, varð ein roynd at steðga tilgongdini at fáa sett broytingarnar í hjúnarbandslógini í gildið.

Kári P. Højgaard, sum sjálvur mangan hevði verið ósamdur við landsstýrismálanevndini, segði at arbeiði hjá landsstýrisnevndini verður altíð illgitt fyri at verða politiskt. Men tað er løgtingið sum hevur sett nevndina at hava eftirlit við landsstýrinum, og tí hevði løgtingið altíð havt virðing fyri avgerðum, sum nevndin kom til. Tað kann tí als ikki góðtakast at Løgmaður ferð alment út og leggur eftir limunum í nevndini og boðar frá at hann ikki fer at virða nevndina.

Tað skilst á formonnunum í andstøðuflokkunum, at misálitið á løgmann, hevði ikki verið lagt fram um løgmaður tók niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini til eftirtektar. Men at tað var fráboðanin frá løgmanni, at hann ikki vildi virða niðurstøðuna hjá nevndini, sum er orsøk til at misálitið varð lagt fram.

Løgmaður var í einari truplari støðu, tí um hann hevði tikið avgerðina hjá landsstýrismálanevndini til eftirtektar hevði samgongan uttan iva mist stuðul frá Sonju Jógvansdóttir. Tí so hevði ikki verið møguligt at sett broytingarnar í hjúnarbandslógini í gildi, fyrr enn mann hevði yvirtikið nevnda lógarbrot.

Sostatt er tað ein sannroynd at løgtingið við ikki at atkvøða fyri misálitinum, gongur ímóti løgtingsnevndini, sum løgtingið hevur valt til eina uppgávu – nevniliga at hava eftirlit við landsstýrinum.

Hetta verður gjørt orsaka av einum politiskum málið, sum ein samgonga ætlar at gjøgnumføra.

Lýsing Lýs her...