Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Seldu spønir av bátinum hjá Niclas í Koltri


Skrivað hevur Oliver Joensen 20.03.2017 - 16:31

Lýsing Lýs her...

Í 1976 á 200 ára frællsisdegnum hjá USA. Hildu amerikumenn dagin við manér. Við í rokinum vóru føroyingar eisini bodnir. Niklas í Koltri skuldi byggja eitt fýramannafar við á gamlan hátt við gomlum amboðum.

Bárður Jákupsson var við á túrinum, hann sigur, at Høgni Mohr og onnur vóru við á túrinum. Amerikumenn vildu minnast røturnar haðani teir komu, tí skuldi Niklas byggja ein bát og vit skuldu vísa føroyskan dans og tílíkt.

Eg minnist, at teir fingu tað hugskotið, at tað átti at borið til at selt spønurnar, sum Niklas høgdi av tá hann evnaði viðin til bátin. - Jú, teir funnu uppá at koyra tær í posar og so selja tær í eini automat, ið varð sett upp til sama endamálið. Tá fólk so komu at hyggja, sleptu tey nøkur oyru í hesa automatina og fóru so avstað við einum lítlum posa í hondini.

Fann vegin til Føroya

Í vikuni kom Álvur Klakk inn á Norðlýsið við júst einum slíkum posa. Álvur eigur ein systir gifta í Seattle. Hon hevði verið og vitjað framsýningina hjá føroyingunum, sum bygdu bát har í 76, og hevði keypt ein posa av spønum eisini. Til stuttleika hevur hon so givið Álvi posan tá hon einaferð hevur vitjað her.

Eina lítla hending frá túrinum í Seattle visti Bárður Jákupsson at siga: Niklas í Koltri hevði rigga av ein dagin. Hann hevði brýnt sær øksina av einslistum til dagin eftir. Hon var so hár hvøss. Fyri at ongin skildi koma til skaða av henni, so goymdi hann øksina í spønunum. Dagin eftir tá vit koma, ta eru spønirnar tað bera blóð. Seinni um dagin kom amerikumaðurin, sum savnaði spønir at koyra í posarnar inn har vit vóru, tilbundin um annan armin. Hann hevði sankað spønir um náttina og ólukku tíð hevði hann rakt øksina hjá Niklasi.

——

Nú vit her í Klaksvík skulu smíða bátar uppi á gamla Spinnarínum, hevði tað kanska verið eitt hugskot, at savna spønir í posar at selja ferðafólki. Ferðafólk fara neyvan at keypa heilar bátar.

Lýsing Lýs her...