Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Serfrøðin veit altíð best – serliga tann í Havn


Skrivað hevur John William Joensen 06.01.2017 - 11:53

Lýsing Lýs her...

Grein, sum er insperera av Roar Hagen, hjá VG, sum við tekningini omanfyri kemur inni á eitt ógvuliga viðkomandi evni.


SERFRØÐIN og Kommunulæknaskipanin:

- Kommunulæknarnir skullu ikki longur ferðast kring oyggjarnar, og teir fara heldur ikki longur at koma út til borgararnar. MEN nýggja skipanin ger arbeiðsbyrðuna hjá Kommunulæknunum, so nógv lættari, og borgarar kunnu altíð tosa í telefon við læknavaktina við at ringja 1870. Og EIN kommunulækni verður altíð klárur at svara telefonini tá fólk úr øllum landinum ringja.


SERFRØÐIN og Fiskivinnunýskipan:

- Tað verður so nógv betur hjá fiskimonnum og fólki sum starvast í vinnuni at ØLL fiskiloyvir verða seld á eini uppboðssølu!

Ja, ja, fyrst mugu vit taka øll loyvini frá tykkum, sum eru í vinnu, men tit sleppa at bjóða á JØVNUM føti við øll onnur – og í FRÍÐARI kapping!

Ja, og harafturat verður tað nógv lættari hjá NÝGGJUM aktørum, evnaríkum ungum fólki, at sleppa framat fiskivinnuni!!

Um teir nýggju sleppa at eiga síni loyvi? – Nei, sjálvandi ikki. Loyvini hava teir stutta tíð og so taka vit tey innaftur, og so selja tey av nýggjum! ØLL mugu jú sleppa framat! Fiskimenn eiga jú eingin rættindi – tað er bara fólkið – altso tey sum ikki eru í vinnu!

Alt má jú verða GJØGNUMSKYGD! Og almennu Føroyar mugu eisini sleppa at selja – fyri at marknaðarkreftirnar skulu ráða.

Um tað almenna so eisini skal keypa?? –Nei sjálvandi ikki! – Vinnan skal sjálvandi lata síni loyvi til almennu uppboðsøluna fyri einki! – Tú mást minnast til at fiskivinnan eigur jú eingi rættindi!


SERFRØÐIN og nýskipan av Heilsiverkinum:

Ja, ja – vit vita væl at tit eiga eitt væl virkandi sjúkrahús í Klaksvík, við fullari tilbúgving, skaðastovu og læknum.

Men lurta nú eftir okkum. Hatta við Klaksvíkar Sjúkrahúsið er ein følsk trygd!

Tað verður so nógv betur fyri øll um tit koyra leiðsluna til hús, stongja skaðastovuna, tí tað er nógv tryggari hjá tykkum at koma til Havnar. Tað er so stutt hjá tykkum at koyra! Okey- tað verður buldrasligt at koyra í illveðrið og kava – men tað er so sjáldan, at tað er einkið at tosað um.

Um illa veit til, so kunnu vit í eini neyðstøvu senda Brimil norður við læknum – ha, ha, ha!!

Lurti eftir okkum! – Vit skulu seta nakrar fysioterapeutar í starv, ístaðin fyri læknar og sjúkrasystrar! Tað verður fantastiska gott – so varðveita tit nøkur arbeiðspláss, og virksemið verður framvegis í gamla sjúkrahúsinum. Øll verða glað!!

Minst til – man eigur altíð at lurta eftir serfrøðini, og vit læknar og búskaparfrøðingar kunnu tilføra samfelagnum tað sum vísindin sigur!

Hoyri okkum Norðoyingar!! – Ikki verða tvørligir og altíð koma við tykkara egnu niðurstøðum um hvussu samfelagið skal síggja út!! Vit her suðuri vilja jú bara øllum landinum tað besta!!.............


Lýsing Lýs her...