Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



SF: Komið í góðari tíð


Skrivað hevur Summarfestivalurin 12.08.2017 - 15:44

Lýsing Lýs her...
Roknað verður við sera nógvum fólki á Summar Festivalinum í kvøld


Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum bjóðar gott veður, amerikanska superbólkin Toto og eina drúgva skrá við føroyskum bólkum.

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum rokna við sera nógvum fólki á festivalinum í kvøld – ikki minst til konsertina við Toto, sum byrjar kl 22.00

– Konsertin við Toto verður ein av størstu konsertunum, sum hevur verið á Summar Festivalinum, og tí heita vit á fólk um at koma á festivalin í góðari tíð. So kunnu fólk sleppa inn á økið og á Vagsbø uttan hóvasták, áðrenn konsertin byrjar, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Fyrsta konsertin á Summar Festivalin í dag verður við Kristinu Bærendsen, sum skal spæla kl 16.00. Í kvøld ber eisini til at hoyra bólkar sum Anfinn & Co., Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Kára P, Eyðun Nolsøe og fleiri.
Lýsing Lýs her...