Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Signhild: - Eyð, tú er fyrimyndarlig og slóðbrótandi


Skrivað hevur mynd: Dávur Winther 12.10.2017 - 10:42

Lýsing Lýs her...

Í røðu sínari legði Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs dent á týdningin av at ganga egnar leiðir, tá leikurin Morgunstjørna yvir Wittenberg, varð frumframførdur í posthúskjallarinum


Vit endurgeva røðuna niðanfyri: 


Vilt tú finna blómurnar,

eingin annar eigur,

gakk so djarvur huga tíns,

brøttu bjargaleiðir.

Orðini úr “Barnið, bergið og blómurnar”, sum Karsten Hoydal yrkti í 1934, lýsa so væl hesa løtuna, vit í kvøld hava verið vitni til. Tey kundu líka væl verið skrivað um teg, Eyð, sum um Katharinu von Bora.

***

Tá ið tú í 2015 vann listarvirðisløn Nólsoyar Pálls, var tað júst tí, at tú ferð eftir ferð so meistarliga hevði ríkað føroyska mentanararvin við frásagnum um undangongukvinnur, sum við dirvi og árræði hava slóðað fyri.

Morgunstjørnan yvir Wittenberg er enn ein perla í tí røðini. Í staðin fyri at innrætta seg eftir, hvat samfelagið væntaði av henni, gekk Katharina fyrimyndarliga djørv tær brættastu bjargaleiðirnar.

***

Sjálv ert tú eisini ein fyrimyndarlig og slóðbrótandi kvinna, Eyð. Hetta er fyrsti sjónleikur í Posthúskjallaranum, so nú hevur tú slóðað fyri teimum mongu leikunum, sum vónandi verða framførdir her á matriklinum í framtíðini.

Tað er krevjandi at framføra fyri eini fjøld, óansæð hvørja listagrein, vit tosa um. Og harafturat at eiga pallin púra einsamøll, sum tú gert her, tað er avbera flott.

***

Annað ørindi hjá Karsteni Hoydal endar við vøkru orðunum: Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga.

At seta leik upp her í Posthúskjallaranum var avgjørt ikki lættasti vegur at ganga.

Tilgongdin hevur so sanniliga ikki verið turrislig, hvørki symbolskt ella í orðsins rætta týdningi.

Tú forelskaði teg í hesum ráa kjallara beinavegin, Eyð, og saman við Riu og øllum hinum hevur tú meira ella minni húsast her í fleiri vikur.

Tað hevur verið stuttligt at sitið til arbeiðis uppiá og hoyrt tykkum, Eyð, Riu og Hervør diskast her niðri hesar seinastu vikurnar.

Við hvørt hevur alt ljóðað lætt og líkatil, og aðrar løtur hevur ivin verið at hóma, tí hvussu skuldu tit nú lííka gera hetta og hatta.

Í kvøld kunnu vit staðfesta, at tit hava loyst uppgávuna til fulnar, og hetta ger meg bara uppaftur spentari til at síggja, hvussu posthúsið eisini framyvir verður ein urtagarður, har listarligar blómur fara at spretta og vaksa.

Hetta kvøldið og hesin leikurin er eitt prógv um, at røttu fólkini kunnu fáa tað besta burturúr smædnastu kørmum.

***

Sjálv elski eg at vera til sjónleik, tí her verða orð sett á tað, sum vit annars ikki tosa um í gerandisdegnum. Vit fáa loyvi til at flenna, vit gerast flov og vit merkja eftir og nakrar kenslur sum liggja fjaldar í okkum vakna.

Morgunstjørnan yvir Wittenberg er onki undantak. Í kvøld hava vit lært týdningin av at kempa fyri tí góða, eisini sjálvt um vit ikki fáa nakað afturfyri.

Við orðunum hjá Karsteni Hoydal vil eg enda við at takka tykkum øllum, sum eru partur av hesi verkætlanini, fyri eina fantastiska uppliving, og góða eydnu við framsýningunum komandi tíðina.

Men, mítt barn, um blómur tú

vilt vinna, eingin eigur,

mást tú klúgva huga tíns

brøttu bjargaleiðir.

 

Lýsing Lýs her...