Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Sjálvvirkin skannaraskipan til boardingkort tikin í brúk í dag


Skrivað hevur Danial Viðoy 11.01.2017 - 19:48

Lýsing Lýs her...

TÍÐINDASKRIV: Vága Floghavn hevur í dag tikið í brúk eina sjálvvirkandi skipan sum lesur boardingkort hjá teimum ferðandi. Higartil hevur hetta verið gjørt av trygdarfólkum á flogvøllinum.

Flogvøllurin hevur nú tveir sjálvvirkandi skannarir til boardingkort. Eitt av portrunum er breiðari enn hitt soleiðis at ferðafólk sum eru bundin at koyristóli, ómakaleyst kunnu nýta sjálvvirkandi skipanina.

”Hetta er í tráð við okkara menningarætlan, har vit allatíðina arbeiða fram ímóti at hava framkomnar skipanir, sum kunnu tryggja teimum ferðandi eina skjóta og lætta avgreiðslu á flogvøllinum”, sigur Jákup Sverri Kass stjóri á flogvøllinum.

Á myndini eru Atli Joensen, Góðsku- og KT leiðari, Bent Jákup Hansen, trygdarleiðari og Sunnuva Egilstoft, trygdar- og reingerðarfólk.

Lýsing Lýs her...