Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Sjóklædnavirkið í Spaniastovu


Skrivað hevur Dávur Winther 17.02.2017 - 14:29

Lýsing Lýs her...

Ein sera forvitnislig framsýning við eini líka so forvitnisligari og sertakari vinnusøgu í Klaksvík, verður í hesum døgum lýst í Spaniastovu í sambandi við Torradagarnar.

Hópin av fólki hevði leitað sær í Spaniastovu í gjárkvøldið, tá ið Bjørg Noløe og Beinir Poulsen lótu dyrnar upp til hesa hegnisligu og listarligu væl lýstu vinnusøgu.

Óluva Klettskarð hugleiddi um søguna hjá virkinum, soleiðis sum kennir hana og minnist hana frá tíðini, hon búði hjá Brynhild og Holgar Poulsen í sjeyti- og áttatiárunum.

Klæðir og móti frá Hopo-tíðini, úlpur og annars arbeiðs- og sjóðklæðir frá Sjóklædnavirkinum, myndir á veggunum og filmsbrot verða sýnd fram, og ein spennandi og virkin tíð, har rættiliga varð brotið upp úr nýggjum, kemur til sjóndar.

Meir enn 100 pør av cowboy-buksum og 120 úlpur um dagin umframt øll sjóklæðini, tað boðar alt frá eini virknari tíð, hat tað á virkinum starvðust 50 seymikonur, tá tað var mest. 4 sølubúðir, tvær í Klaksvik, ein í Havn og ein úti á Glyvrum flýggjaðu buksur og mótaklæðir um diskarnar.

Klakksvíkar Sjóklædnavirki, sum enn er virkið, byrjaðu Holgar Poulsen og konan Brynhild Poulsen í 1963. Tá vóru trý fólk á virkinum, umframt Holgar og konuna seymaði Hjørdis Isaksen, systir Brynhild. Tey seymaðu í stovuna við hús, men skjótt varð kjallarin innrættaður til seymistovu. Fá ár seinni bygdu tey stórt framleiðsluvirki, og 10 ár eftir, virkið varð stovnað, vóru hølini víðkað til 590 m2.

Í dag er virkið framvegis ein familjufyritøka undir navninum Sjóklæðir, og tey framleiða bæði til arbeiðsfólk á sjógvi og á landi. Tey hava úr at gera, sigur Bjørg Nolsøe, stjóri og dagligur leiðari á virkinum.

Framsýningin, sum Edward Fuglø hevur pallsett, er opin í dag og í morgin kl. 16.00 - 19.00.

Leygardagin sigur Óluva Klettskarð frá søguni um virkið, og tónleikur og hugni verður á skrá.

Lýsing Lýs her...