Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Sjúk fíggjarstýring á hvørjum ári


Skrivað hevur Jóhann Lützen 19.10.2017 - 16:07

Lýsing Lýs her...

Nýggi fyribilssetti sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum er óførur. Har var ikki meira enn hálvtalað orð um, at játtanin ikki fór at halda í ár, so høvdu fjølmiðlarnir sett seg í samband við sjúklingar, og innsløg og greinar vórðu gjørd um avleiðingarnar. Og tað vóru ikki hissini avleiðingar. Onkur óttaðist at missa starvið, onkur at liva leingi við pínu, og Klaksvíkar Sjúkrahús beyð sær fram at taka sjúklingar til sín. Røringur kom av sonnum í

Mest merkisverd var tó reaktiónin hjá Landsstýrinum. Málið kom á hægsta politiska stig beinanvegin. Ikki var tað heilsumálaráðharrin ella fíggjarmálaráðharrin, men sjálvur løgmaður, sum handlaði skjótt og segði, at innanfyri nakrar tímar ella heilt fáar dagar varð heitt á Løgtingið um at geva Landssjúkrahúsinum eykajáttan. Og tað skuldi fáa alt tað, teimum tørvaði.

Sæð isolerað er tað kanska ein skillig reaktión. Men hetta er als ikki fyrstu ferð, at Landssjúkrahúsið ikki megnar at halda sína játtan. Og tá ein hevur tey veikastu av teimum veiku sum jarnbrot, er tað torført fyri politisku skipanina at nokta. Fjølmiðlarnir fara eisini í part við sjúklingunum og harvið eisini við Landssjúkrahúsinum, tí hvør vil vera í parti við fíggjarstýringini, tá tað um landsins veikastu ræður?

Hvør hevur ábyrgdina?

Spurningurin er um tað veruliga er so, at Landssjúkrahúsinum tørvar eykajáttan ár um ár. Tí sjálvandi skulu viðgerðirnar gerast, men er tað heilt ógjørligt fyri ein stovn við 451 milliónum í játtan at finna undir 1% innanfyri verandi karmar? Fara vit aftur til aldarskiftið, fekk stovnurin bara slaka fjórðingsmilliard í játtan, so ikki kann sigast annað enn, at rakstrarøkingin hevur verið øgilig.

Stjórarnir á Landssjúkrahúsinum sita ikki leingi, kanska eini tvey, trý, fíggjarár. Stjórin við ábyrgdini av at brúka játtanina, ið nú er uppbrúkt, er farin í annað starv. Verandi stjóri skal bert sita fram til nýggjárs, so tekur nýggjur við. Og tann nýggi kann siga, at hann ikki hevur ábyrgd av tí, sum teir undanfarnu hava gjørt. Sostatt ber ikki til at fara eftir nøkrum av teimum trimum stjórunum og ábyrgda teir fyri fíggjarstýringina. Men hvar kann ábyrgdin so plaserast?

Hvussu ber tað til, at tað júst er játtanin til neyðugar viðgerðir, ið er uppi á hvørjum ári, kundi ein spurt? Hevði tað verið ein onnur játtan, til dømis til innbúgv ella amboð, so høvdu boðini úr Tinganesi helst bert verið at klárað seg uttan inntil næsta fíggjarár. Men tá talan er um skurðviðgerðir, eru politikararnir maktarsleysir og fáa ikki gjørt annað enn at játtað pening. Spurningurin er um tað er av tilvild, at júst viðgerðir fáa ov lítið, og ein annar spurningur er, um tað ikki hevði verið gjørligt at tikið av øðrum játtanum til Landssjúkrahúsið og flutt til viðgerðir.

Fíggjarnevndin hevur hug at tala at

At onkur má gera tað, ið er neyðugt, hóast tað er óbehagiligt, er eyðsæð. Og forkvinnan í fíggjarnevndini hevur kanska tikið fyrsta stigið nú. Hon mælir til at eftirkanna játtanina til Landssjúkrahúsið í seymunum, og samstundis útbúgva hini bæði sjúkrahúsini til forsvarliga at taka sjúklingar á seg, tá tað gerst neyðugt aftur. Við øðrum orðum skal tað ikki longur vera automatikkur í eykajáttanum, tá Landssjúkrahúsið hevur brúkt sína játtan.

Í øllum førum má niðurstøðan vera, at tað er ósømiligt fyri eitt vælferðarsamfelag at sjúklingar á hvørjum ári skulu liva í óvissu um, at teir fara at fáa neyðugu viðgerðina. Tað eigur ikki at vera so, at fólk óttast at missa starvið, tí viðgerðir verða útsettar og mestu loyvdu sjúkradagar uppbrúktir. Neyðugt er at taka fatur um trupulleikan, og vónandi heldur Fíggjarnevndin nú fast og ger tað, sum Landsstýrið ikki torir.

Lýsing Lýs her...