Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



SKAKANDI FRÁGREIÐING: Ljósmøðurnar fyri fakligari happing á Landssjúkrahúsinum?


Skrivað hevur John William Joensen 15.06.2017 - 09:16

Lýsing Lýs her...

Eingin ivi er um at Heilsumyndugleikarnir eiga at taka kæruna frá ljósmøðrunum á Landssjúkrahúsinum í størsta álvara tí í kæruni, sum er sera væl grundgivin og dokumentera við fylgiskjølum, verður víst á álvarsom viðurskifti á Landssjúkrahúsinum.

(MYND: Ein av ljósmøðrunum á niðurløgdu deildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í aktion)

Sum vanlig fólk hava vit ongar fakligar førleikar at meta um tað, sum gongur fyri seg á Landssjúkrahúsinum, men sum pápi at fýra børnum, harav tvey eru fødd á Landssjúkrahúsinum, má eg siga at vit einans hava kennskap til hvussu góðar og dugnaligar ljósmøðurnar eru á Landssjúkrahúsinum og tað sama kunnu vit siga um tær, sum starvaðust á niðurløgdu føðideildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

 

Men tað er sera hugstoytt tá ein lesur um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, hvussu hesin fakbólkur, ferð eftir ferð, als ikki verður tikin við ella hoyrdur, tá avgerð verður tikin um starvsøki teirra. Í samband við barnsburðir eru tað sera fá, sum í koma í samband við læknar, sjúkrasystrar ella sjúkrarøktarfrøðingar, í samband við barnsburðir, uttan so at okkurt gongur galið og neyðugt er hjá barnakonuni at verða løgd undir skurð.

 

Tí tykist tað verða sera trupult at skilja at læknar, sjúkrasystrar ella sjúkrarøktarfrøðingar hava eitt orð at siga tá avgerðir skulu takast viðvíkjandi føðideildini á landssjúkrahúsinum.

 

At læknar í øllum spurningum, skulu hava avgerandi orði í øllum viðurskiftum á  Landssjúkrahúsinum vísir hvussu djúpt ”faklig-rasisma” stingur.

 

Væl grundaða fakliga neyðarrópið frá Ljósmøðrunum eigur at verða nærlisið av politisku leiðsluni í Heilsuverkinum, landsstýrinum og løgtinginum – og so eigur happingin av einum sera týðandi og dugnaligum fak bólki í Heilsuverkinum at verða steðgað beinan vegin.

 

LES KÆRUNA  her:

 

Kæran

 


Lýsing Lýs her...