Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



SKATTAMÁLIÐ, TAKS OG PRESSAN

Hevur kritikkurin av Taks hald í veruleikanum? Tað er ikki bara gott, men eisini neyðugt at vit hava eina pressu, sum er árvakin og enntá aggressiv. Men jú nærri hon sker at beininum, jú størri verður kravið um journalistiskt nærlagni.

Og tað krevur enn meira av miðlunum, tá annar høvuðsparturin í tí máli, sum verður viðgjørt, hevur tagnarskyldu. Also kann (og skal!) viðgerast og kritiserast – men ikki sleppur at svara fyri seg.

Soleiðis hevur verið í stóra málinum um skattafrádráttin hjá Eik.

Nú er kanningin hjá Bárði Larsen liðug.

Men tað eru viðmerkingarnar frá Taks til hesa kanning eisini. Og sambært teimum hevur Taks als ikki góðtikið, at Eik skuldi hava tann stóra skattafrádráttin – soleiðis sum miðlarnir annars hava givið okkum øllum fatan av.

Journalistar og serfrøðingar hava eisini meira ella minni láturliggjørt Taks fyri fyrst at hava góðtikið eitt veldugt “goodwill”-virði – og fyri síðani at hava ásett hetta virði til null.

Tað er endurtikið upp í saman – men tað er heldur ikki rætt, skulu vit trúgva viðmerkingunum hjá Taks.

Eg veit líka so lítið sum nakar annar akkurát hvussu hetta stóra mál hongur saman, og skal ikki gera meg klókan uppá tað. Men er tað sum Taks sigur í sínum viðmerkingum, so hevur tann harði krikkurin av stovninum ikki havt botn í veruleikanum.

Kann tað hugsast at Taks roynir at vaska sínar hendur? Kanska – men tað skuldi vera sera lætt at staðfest, um tað, Taks sigur, er rætt ella ikki.

Ið hvussu er áttu miðlarnir, sum hava lýst málið so væl og gjølliga, at givið øðrum høvuðspartinum orðaljóð, nú hann endiliga er leysur av tagnarskylduni, og hevur svarað fyri seg.

Umberið um eg geri nøkrum órætt, men tað hava teir, tað eg dugi at síggja, ikki gjørt.

Sjálvur hevði eg ikki vita um svarið frá Taks, um ikki Norðlýsið hevði umrøtt tað. Men tað er altso ikki í Norðlýsinum, at tann harði kritkkurin av TAKS er førdur fram...

Nevndu viðmerkingar síggjast her: