Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Andrass Skalum, limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna

Valdsins misnýtarar

Símun Gullaksen, formaður Norðoya Fólkafloksfelag

Fiskivinnunýskipanaruppskotið er ov kollveltandi

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Maðurin í nei-hattinum

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður

Hvar eru klokkukláru mannagongdirnar og gjøgnumskygni

tórbjørn jacobsen

Lúturin

tórbjørn jacobsen

Tráðan

Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag

Verandi rættindi í vanda


Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Skeivt at leggja sjúkrahúsleiðslurnar saman


Skrivað hevur Bjørn Kalsø 10.01.2017 - 16:39

Lýsing Lýs her...

Vit hava sæð, hvussu torført tað hevur verið at fáa mongu leiðsluløgini, á Landsjúkrahúsinum at samstarvað. – M.a. tí kann leiðsluspurningurin á øllum sjúkrahúsøkinum ikki loysast við einum tjúkkum lagi av leiðslu afturat, sum umfatar øll sjúkrahúsini

Í samrøðu við løgmann í Degi & Viku týskvøldið 3. januar, kom fram, at samgongan arbeiðir við einari fyribils neyðloysn í sambandi við leiðsluspurningin á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Løgmaður segði, at tilmælið, um eina felags leiðslu á teimum trimum sjúkrahúsinum, frá einum trivaligum serfrøðingabólki, eftir øllum at døma ikki fór at verða sett í verk beinanveg.

Sum skilst fara leiðslurnar á Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi at verða lagdar saman fyrst, meðan sjálvstøðuga leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið heldur fram í fyrsta umfari, til hon seinni kann vera løgd undir felags leiðsluna í Havn.

Ikki samsvar millum orð og gerðir

Hetta er ikki tað løgmaður og formaðurin í Javnaðarflokkinum fyrr og undan valinum hevur mælt til.

Tá vóru boðini, at øll trý sjúkrahúsini skuldu hava hvør sína leiðslu. Grundgivið varð m.a. við týdninginum av at hava leiðsluna á staðnum - tætt at starvsfólki, sjúklingum og avvarðandi.

Hesum sjónarmiði eri eg samdur í, og harmist um, at løgmaður hevur skift støðu, ivaleyst eftir trýsti frá Framsókn og Tjóðveldi, sum higartil hava stýrt samgonguni.

Seta hógvarnar í

Fari at heita á løgmann at seta hógvarnar í mótvegis sentralistisku kreftunum í samgonguni. Hildið eigur at vera fast við tað, løgmaður fyrr hevur sagt um sjálvstøðugar leiðslur á øllum trimum sjúkrahúsunum. Tó við miðvísari ætlan um samskipan millum sjúkrahúsini, har sjúklingurin verður settur í miðdepilin.

Talgilda heilsuskipanin er upplagt amboð at nýta í hesum arbeiði.

Leiðsla á staðnum, tilbúgving alt samdøgri og greitt defineraðar uppgávur ein fyritreyt

Fyritreytin fyri einum sjúkrahúsi er, ein sjálvstøðug leiðsla við bæði heilsu fakligum og fíggjarligum heimildum á staðnum.

Sjálvsøgd er eisini ein væl virkandi tilbúgving alt samdøgrið.

Tær uppgávur, sum sjúkrahúsið skal loysa eiga harnæst at vera greitt defineraðar. Bæði tá talan er um serviðgerðir, aðrar viðgerðir, ið skulu loysast á staðnum, viðgerðir sum samstarvast skal við hini sjúkrahúsini um og viðgerðir, sum skulu loysast á sjúkrahúsum uttanfyri landoddarnar.

Heilsunýskipanin eigur tí ikki at umfata broytingar, sum við tíðini hava við sær eina felags leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini. Talan eigur heldur ikki at gerast um eina fyribils leiðslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum seinni skal leggjast undir felags leiðsluna fyri Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús.

Trý skip í sama reiðaríi

Vit kunnu líkna sjúkrahúsini við trý skip í sama reiðaríi. Reiðarin er í hesum føri heilsumálaráðharrin.

Sjálvandi hava tey trý skipini hvør sín skipara, sum leiðir arbeiðið umborð. Men skipini skulu eisini samstarva eftir greiðum boðum og leiðreglum, sum reiðarin setir í kortið.

Ringar royndir við tjúkkum leiðsluløgum

Vit hava sæð, hvussu torført tað mangan hevur verið at fáa mongu leiðsluløgini, sum eru á Landssjúkrahúsinum at samstarvað bæði innanhýsis og úteftir.

Tí ber ikki til at loysa leiðsluspurningurin í sjúkrahúsverkinum við einum tjykkri lagi av leiðslu, fyri øll sjúkrahúsini, omaná verandi.

Leiðslan verður tá størri og longur burtur frá dagliga arbeiðinum á sjúkrahúsinum. Bygnaðurin verður stirvnari og úrslitið verður, at tænastan verður verri. Nøgdsemi millum bæði brúkarar og starvsfólk fer sama veg.

Samanleggingar aðrastaðni eru misseydanaðar

Fleiri sjúkrahús aðrastaðni , eitt nú í Danmark, hava merkt sviðan av samanleggingum og bygnaðarbroytingum.

Seinasta dømi er Syghus Sønnerjylland, har øll leiðslan varð koyrd frá um dagarnar. Leiðarin í regiónini verður í donskum miðlum endurgivin fyri at siga m.a. soleiðis um støðuna:

“Siden 2013 har problemerne på sygehuset for alvor været mærket som følge af sygehussammenlægninger. Det erkender også Jane Kraglund.

- Det har været et kæmpe arbejde, og det har betydet meget omfattende ændringer af dagligdagen for alle, der har deres faste gang på sygehuset, siger hun i pressemeddelelsen”.

Nevnda dømi er bara eitt úr rúgvuni, har trupulleikar hava staðist í sambandi við samanleggingar og bygnaðarbroytingar, sum eru framdar á sjúkrahúsum kring heimin.

Hví fara undir nakað vit frammanundan vita fer at miseydnast?

Hví skulu vit fara undir eina tilgongd, sum hevur roynst so illa alla aðrastaðni?

Vit vita longu undan broytingunum, at tær fara at miseydnast. Vit vita eisini at hvørki samstarv, tænastan til sjúkling og avvarðandi ella fíggjarliga úrslitið verður betur í sambandi við samanleggingar av sjúkrahúsum.

Framtíðar menning av Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Skal Klaksvíkar Sjúkrahús framhaldandi mennast, kallað seg sjúkrahús, ganga undan í góðari sjúklingarøkt og menning av nýggjum viðgerðarhættum, eiga sjálvstøðuga leiðslan og tilbúgvingin at fáa frið!

Yvirskipað avgerð eigur at verða tikin um, hvørjar sergreinir skulu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Aðrar dagligar tænastur, ið hoyra einum sjúkrahúsi til, so sum skaðastova, endurvenjing, dialysuviðgerð, føðistova eiga eisini at vera á staðnum.

Narkosulækni eigur at setast í fast starv, og íløgur skulu framhaldansi gerast í nútímans útgerð og hølir.

Bjørn Kalsø

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing Lýs her...