Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Ungt og skert KÍ lið fekk góðan javnleik


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 12.08.2017 - 10:30

Lýsing Lýs her...

Dystarfrásøgn: Skuldi KÍ fáa nakað burturúr móti besta og royndasta liðnum í Effodeildini, so var greitt undan dystinum, at avrikið skuldi vera betri enn seinastu dystirnar og at eykaleikararnir, sum komu inn fyri profilarnar, skuldu taka ábyrgd og vísa seg fram.


Hjá KÍ var einki mind games undan dystinum, tí eins og boðað var frá, so var liðið nógv skert. Meinhardt Joensen, Sørmundur Kalsø, Hørður Askham, David Langgaard, Atli Danielsen, Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarð vóru ikki tøkir vegna skaðar ella leikbann. Ahmed Mujdragic og Ísak Simonsen blivu klárir til dystin, og tað bleiv Hjalgrím Elttør eisini, sum fekk skaða í seinastu venjingini. KÍ byrjaði í einari 3-4-3 leikskipan, har Jóannes K. Danielsen heldur óvæntað fekk sín næsta dyst frá byrjan í Effodeildini eins og Tórur Justesen byrjaði sín fyrsta dyst hetta kappingarárið. Hjá Víkingi hevði Sámal Erik Hentze virðing fyri KÍ, tí hann hevði sett kreativu leikararnar Hans Paula Samuelsen og Filip Djordjevic á bonkin frá byrjan, har Sorin Anghel og Gunnar Vatnhamar heldur mannaðu kantarnar.


Skelkandi byrjan fyri KÍ

Hjá KÍ var talan um skelkandi byrjan. Tí longu í fyrsta álopinum fekk Víkingur hornaspark og uppá innleggið skallaði Gunnar Vatnhamar bóltin í málið. Víkingur hevði enn einaferð skorað uppá eina deyðbóltsstøðu og lætt sá tað út. KÍ liðið hevði tað trupult fyrstu løtuna eftir málið og spælið minti nógv um ein Summar Festival dyst áðrenn 2012, har liðið hevði trupult við at avrika upp til sítt besta. Men sum tíðin gekk, so kom KÍ betri og betri við í dystin og seinna partin av hálvleikinum setti KÍ seg á spælið. Fleiri spentar støður, men í Víkingi hava teir helst følt, at tað gekk væl at halda KÍ frá stórum møguleikum. Men í 38 minutti fekk KÍ hol á eftir gott álop sum endaði við, at Jonas F. Rasmussen sendi innlegg til Jákup B. Andreasen, sum kundi skora sítt fyrsta mál hetta kappingarárið.


Fyrst KÍ so Víkingur

KÍ byrjaði eisini betri uppá seinna hálvleik. Heimaliðið hevði bóltin meir, men stóru mál møguleikarnir komu ikki. Um miðjan seinna hálvleik tók Víkingur yvir og var við yvirlutan restina av dystinum. Onkrar spentar støður vóru, men tá skjótast skuldi, kom altíð onkur kroppur fyri, so at heilt stóri møguleikin ongantíð kom.


Tórur Justesen og Jóannes K. Danielsen tóku møguleikan

Sum heild var talan um dyst, har bæði liðini løgdu nógv fyri. Vit sóu nógvar nærdystir og tað var einki at ivast í, at bæði liðini vildu vaska tapið frá seinasta umfarinum av sær. Skuldi KÍ hava nakað við sær úr hesum dystinum, so var neyðugt at leikarar tóku ábyrgd og at teir, sum vanliga sita eyka, komu inn og vístu seg fram. KÍ liðið var yngri enn vanligt, nú fýra leikarar við U21 aldri spældu frá byrjan. At 19 ára gamli Jóannes K. Danielsen, sum er lítil í vøkstri, skuldi byrja hendan dystin var óvæntað, hóast hann skoraði og spældi væl móti EB/Streymi. Men hóast talan var um kropsliga krevjandi dyst, so kom Jóannes sera væl frá uppgávuni sum høgri vong bakkur. Var snildur í nærdystunum og ikki bangin. Tá hann kom frameftir, tordi hann eisini at vísa seg fram. Á sentrala miðvøllinum sang tað eftir í, tá Tórur Justesen fór í taklingar. Tað dámdi heimaáskoðarunum væl. Tórur tók ábyrgd og fylti nógv upp móti kanska royndasta miðvøllinum í føroyskari fótbóltssøgu í Hans Jørgen Djurhuus, Fróða Benjaminsen og Sølva Vatnhamar. Á miðvøllinum var Jákup B. Andreasen eisini eyðsýndur og tók fleiri uppgávur á seg, sum Semir Hadzibulic vanliga hevur, tá KÍ hevur bóltin. Sum heild var talan um ein javnan dyst, har liðini skiftust um at hava yvirvág. Burtursæð frá málunum, so vóru ikki stórvegis av stórum mál møguleikum í dystinum frammanfyri teimum áleið 1700 gjaldandi áskoðarunum, sum eisini settu góðan dám á dystin. M.a. sóu vit, at Víkinga áskoðararnir nú eisini hava fingið sær roykin, sum KÍ áskoðararnir hava brúkt í fjør og í ár. KÍ fekk góðan javnleik, sum steðgaði røðini við tapum, men tað var fyrst og fremst umstøðurnar við skerdum liði sum gjørdu, at KÍ kundi brúka javnleikin. Tí Víkingur er framvegis 3 stig frammanfyri við munandi betri málmuni, og tí liggja teir væl betri fyri at vinna føroyameistaraheitið. Men KÍ liðið verður helst betri mannað komandi dyst, hóast liðskiparin Jonas F. Rasmussen fekk leikbann hesaferð, og so mugu norðoyingar vóna, at síðsti triðingurin fer at hilnast betri enn næsti triðingurin gjørdi. Tí meðan fyrsti triðingur gav 19 stig, so gav næsti triðingur 14 stig. Hinvegin menti Víkingur seg frá 17 stigum í fyrsta triðinginum upp í 19 stig í næsta triðinginum og tað prógvar, at Víkingar helst framvegis eru besta boðið uppá ein komandi føroyameistara, hóast tað seinni í dag kann fara at vísa seg, at heili fýra lið veruliga spæla við um meistaraheitið.  

Lýsing Lýs her...