Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Skilur Skorheim tað hann sjálvur sigur


Skrivað hevur Eivind Jacobsen 17.10.2017 - 08:16

Lýsing Lýs her...

Borgarstjórin í Klaksvik hevur serliga góð evnir at verða ógreiður. Nakað av tí bjargar hann við at duga at føra seg fram og senda tíðindaskriv. Men slíkt fær altíð ein enda. Eisini í einum flokki, har menn fyrr vóru kendir fyri at tosa nógv og siga lítið

Havi undrast á, hví borgarstjórin í fiskivinnuhøvuðsstaðnum er so passivur í samband við fiskivinnunýskipan. Og eg dugi framvegis ikki at skilja hví so er.

Fyri stuttari tíð síðan boðaði Jógvan Skorheim frá, at hann ongantíð aftur fór at gera avtalu við sitandi samgongu. Nú fíggjarlógin var løgd fram, visti Skorheim at siga frá, at hann hevði gjørt avtalu við samgonguna um at taka undir við fíggjarlógini. Afturfyri fekk hann íløgur á ca. 21 milliónir til Klaksvíkar, sum tó vóru goymdar í Burka.

Fyrr í ár hevði Skorheim rokna út, at Klaksvíkar kommuna kann missa stórar upphæddir í samband við fiskivinnunýskipanina. Jógvan Skorheim visti at siga at uml. 100 milliónir komu inn í kommunukassan frá fiskivinnuni og avleiddum vinnum. Somuleiðis visti hann at siga, at vandi var fyri at kommunukassin missur hesar inntøkur.

Undirritaði møtir av og á í Løgtinginum at lurta. Serliga í samband við fiskivinnunýskipan. Men tað, sum eg havi lagt merki til er, at ávísir tingmenn møta og stempla inn og fara av fundi langt áðrenn fundurin er liðugur. T.d. legði eg merki til at tá fiskidagar skuldu ásetast, so helt Skorheim røðu, sendi skriv til fjølmiðlar og fór av fundi á middegi. Fundurin vardi til seint seinnapartin. Uppskotið hjá Landstýrismanninum var at skerja dagarnar 50% Og tað hevur also tídning í Klaksvík!! Eg dugdi ikki at skilja, hví borgarstjórin ikki var á fundi og royndi at gera sína ávirkan galdandi.

Somuleiðis er Jógvan Skorheim limur í vinnunevndini. Har hevur hann heldur ikki tíð at møta. Hann er javnan burturstaddur. T.d. vóru hann og Løgmaður á Oyggjaleikum, tá harðast leikaði á. Eisini tá hugsaði eg, at borgarstjórin ikki tekur málið í álvara.

Annar persónur hevur sagt mær, at hann hevur verið 2 ferðir á fundi í vinnunevndini og har var eingin Skorheim. Eg havi verið eina ferð. Og tá var heldur eingin Skorheim. Tað sæst í fundarfrásøgnunum, hvør møtir á fundi, so tað ber til at telja.

Heldur ikki skilti Jógvan Skorheim álvaran, tá formansval stó á skrá í Vinnunevndini. Tá var møguleiki, umvegis formanspostin, at tryggja sær at, ivamál blíva væl upplýst og nevndarálitið avspeglaði veruleikan. Men heldur ikki har skilti Jógvan Skorheim týdningin og valdi at stuðla samgonguni og samstundis skaða síni egnu.

Mín niðurstøða er, at borgarstjórin í Klaksvík ikki skilur álvaran. Rokni ikki við at hann er líka glaður.

Men tað er undarligt, at borgarstjórin, sum á tingsins røðarapalli sigur, at nýskipan fer at kosta kommunu kassanum upp til 100 milliónir, ikki leggur seg í selarnar og møtir upp, og situr til seinasta mann. Tað er væl har hann hevur møguleika at ávirka avgerðirnar.

Fyri at vísa hvussu einfalt tað er, so havi eg gjørt eitt roknistykki, sum vísur, hvussu nógv ymisk skip kunnu bjóða uppá Makrel:
Nýtt skip 1,70 kr/kg

Gamalt skip 2,79 kr/kg

Gamalt skip uttan avskrivingar 2,97 kr/kg

Gamalt skip lág løn 4,46 kr/kg

Gamalt skip, løn 400.000 árliga 4,79 kr/kg

Tí er tað púra vist, at onki í Klaksvík verður, sum tað er í dag.

Í einari kaffistovu í Klaksvík hekk einaferð eitt skjal, sum vísti, at privata fyritøkan hevði avskriva skuld uppá Klaksvíkar kommunu. Hetta var meint sum ein áminning í góðum tíðum, at ringar tíðir kunnu koma aftur.

Skal eisini minna á, at einaferð tosaði Heini í Kunoy á tingsins røðarapalli um ein skúlalærara við 8 milliónum á bók. Hesin skúlalærari kundi keypt øll skipini undan Klaksvíkingum. Men í staðin valdi hann at hjálpa nøkrum góðum monnum við at tekna eina minni upphædd av partapeningi.

Ivaleyst er Skorheim ov ungur til at minnast hetta. Og ivaleyst er tað trupult at skilja, bara við at hoyra tað fortalt. Fyri at skilja tað til fulnar, krevst ivaleyst at ein livdi og virkaði tað tíðina.

Tá tveir norðingar í samgonguni umframt sitandi borgarstjóri í Norðoyggjum leggja so lítið í hvat hendur og soleiðis, sum eg dugi at síggja tað, stuðla uppundir ætlaðar broytingar, hví skulu onnur so leggja nakað í tað?

Hví skulu onnur so ikki brúka kreativu evnini og bjóða á uppboðssøluni? Hví skulu onnur ikki keypa øll rættindini undan klaksvíkingum.

Tá teir ráðandi ikki leggja í, um tey lokalu arbeiðsplássini verða partvís niðurløgd, partvís latin øðrum og parvís latin útlendingum, hví skulu onnur so leggja í tað?

Skulu onnur ikki bara siga takk fyri, trúgva upp á jólamannin og gleðast um tað tey kanska fáa, tá teir lokalu avreiða 500 arbeiðspláss?

Tað verða hvørki skúlalærarar, norðingar ella fiskimenn, sum verða skipaeigarar. Framtíðar reiðarí, verða strámenn, og skipini verða gamlar dangur við føroyskum skipara og útlendskari lágløntari manning.

Og tá verður tað sum Janus Djurhuus yrkti: Situr tú seggur í oyðini høll, einastur eftir av mongum..

Eivind Jacobsen, Strendur

P.S. Krónur, sum til ber at bjóða pr. kg. broytist alt eftir hvussu kvotur minka og vaksa. Tó broytist munurin millum ymisku skipini í døminum ikki. Sama roknistykki fyri kvotur í Barentshavinum líkist hesum. Men fyrimunurin í Barentshavinum við lægri løn er væl størri enn i uppisjóvarvinnuni.

Lýsing Lýs her...