Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Skora 64 prosent av málunum uppá deyðbóltsstøður


Skrivað hevur Jákup Ósá 18.10.2017 - 19:00

Lýsing Lýs her...

Deyðbóltar er helst høvuðsstyrkin hjá verandi og komandi meistarunum úr Víkingi.


Víkingur hevur skorað 39 mál uppá deyðbóltsstøður í ár. Tað svarar til 64 prosent av teimum 61 málunum, sum Víkingur hevur skorað tilsamans.


Skorað uppá deyðbóltsstøður:

Víkingur 39 mál

B36 24

21

Skála 18

NSÍ 17

TB/FCS/Royn 15

HB 15

EB/Streymur 12

07 Vestur 10

ÍF 9


Øll toppliðini á sama støði uttan B36

Tá tað kemur til at lata mál inn uppá deyðbóltsstøður, so eru 4 av topp 5 liðunum á nærum sama støði. B36 brýtur burturúr og hevur latið munandi fleiri mál ígjøgnum uppá deyðbóltsstøður enn hini toppliðini.


Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður:

HB 12 mál

12

Víkingur 12

NSÍ 13

Skála 19

B36 20

EB/Streymur 21

ÍF 22

TB/FCS/Royn 23

07 Vestur 26


Lýsing Lýs her...