Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Skrið í nátt og morginári


Skrivað hevur Hanus Kjølbro 10.10.2017 - 22:13

Lýsing Lýs her...

Tjúkka skýlagið ímillum Ísland og Skottland hevur alt regnið við sær. Tað fer at reka eysturum seinni. 

Lágtrýstið, sum leggur leiðina framvið Føroyum í kvøld, uppstóð fyri nøkrum døgum síðan langt vesturi í havi. Í kvøld er trýstið 965 hPa – og tað er nokkso lágt. Tí er nógv megi kring miðjuna, og vindurin er hartil nógvur.

Lágtrýstið fer ímillum Føroyar og Ísland í nátt. Luftin snarar kring lágtýst ímóti klokkuni, og tað gevur lágtætt ± í Føroyum, tá ið miðjan fer framvið soleiðis nakrar tímar eftir midnátt. Sum miðjan nærkast, fer ættin ímóti útsynningi og upp ímóti vestri á middegi í morgin.

Í skrivandi løtu – klokkan er 22.15 – er vesturhall suðurætt í Føroyum. Miðalvindferðin er 15 m/s. Men tað er sjálvandi ikki øll søgan. Vindferðin er ymisk kring landið – úr 5 m/s inni í Dølum á Viðoynni til 22 m/s á Porkerishálsi í Suðuroy. Men tað regnar allasteðs.

Á midnátt er vindferðin farin upp í 15 til 20 m/s. Hvirlurnar verða sjálvandi harðari enn tað. Tað fer ikki at regna líka illa sum nú. Í nátt er aftur 13 til 18 m/s – men úr útsynningi – og ælaveður.

Ímóti morgni regnar aftur meira, vindferðin veksur til 20 til 25 m/s, fyrrapartin úr suðuri. Seinnapartin í morgin minkar aftur, restina av degnum verður vindferðin ímillum 10 og 15 m/s úr útsynningi-vestri; regn ella ælaveður.

Lýsing Lýs her...