Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Skrivstovufólk til Vørn/Fiskiveiðieftirlitið


Skrivað hevur Vørn / Fiskiveiðieftirlitið 15.06.2017 - 23:19

Lýsing Lýs her...

Søkt verður eftir skrivstovufólki til Vørn/Fiskiveiðieftirlitið, at byrja sum skjótast.

Ert tú fyrikomandi og løtt/lættur at samstarva við og hevur lætt við at taka við nýggjum avbjóðingum, ert tú rætti persónurin til starvið.

Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Telefonmóttøka
  • Journalisering við 360
  • Avgreiðsla av fiskiloyvum
  • Eftirlit við VMS (Eftirlit við skipaknattstøðum)
  • Umsiting av fiskidøgum/kvotum
  • Annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði


Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving, HH ella aðra líknandi viðkomandi útbúgving
  • Góðan førleika, at samskifta á føroyskum og norðurlendskum.
  • Góð samstarvsevnir.


Setanartreytir:

Starvsheitið er Skrivstovufólk

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv.

Umsóknarfreist: 7. juni 2017.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...