Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Sleppið uppboðssøluni og skattið heldur søluvirðið


Skrivað hevur Føroya fiskimannafelag 13.11.2017 - 23:24

Lýsing Lýs her...

Uppboðssølan í løgtingslógini um sjófeingi er deyðadømd. So gott sum øll vinnan er ímóti, hoyringarpartarnir venda tumlinum niður, kommunurnar standa til at missa risaupphæddir, og tað hoyrist at samgongan sjálv hevur innanhýsis trupulleikar við undirtøkuni. Vit hava ikki tíð at lata sum um at uppboðssølan er lívfør

Armslongdarprinsippið verður brotið

Uppskotið um fiskivinnunýskipan er í stríð við prinsippið um armslongd. Bæði tí at tað leggur upp til vertikala integratión, men eisini tí at Landsstýrið sjálvt fær egináhugamál sum seljari av fólksins ogn. Samstundis eru kommunurnar heilt tiknar úr líkningini, soleiðis at avkastið frá fiskivinnuni verður fullkomiliga miðsavnað.

Í verandi skipan skulu aktørarnir í fiskivinnuni, reiðaríini, rinda partafelagsskatt. Partafelagsskattur verður fordeildur soleiðis, at Landskasssin fær 70% og kommunan 30%. Eftir ætlanini í nýskipanaruppskotinum skal allur tilfeingisskatturin í Landskassan, og kommunurnar verða við sviðusoð. Landsstýrismaðurin segði gamaní í Degi og viku, at pengarnir eisini fóru at koma “økjunum norðanfyri” til góðar, men í uppskotinum um sjófeingi er ongin trygd fyri tí. Tvørturímóti verða sambært útrokningunum 130 milliónir fluttar úr kommunukassunum til Landskassan.

Í Noregi verður minstiprísurin av virðinum á fiski ásettur av umboðum fyri reiðaríini, fiskakeyparan og fiskimenninar. Hetta fyri at varðveita prinsippið um armslongd. Staturin er ikki inni og ásetir prísin. Tað kann tí tykjast løgið, at Landsstýrið skal áseta prísin í Føroyum, og at Landsstýrið skal vera einaráðandi, tá tað kemur til ogn Føroya fólks. Gjaldið frá alivinnuni býta land og kommunur ímillum sín, og ein góður spurningur er, hví kommunurnar ikki skulu fáa lut í avkastinum frá fiskivinnuni.


Royndaruppboðssølurnar tala fyri seg

Sumrini 2016 og 2017 vóru royndaruppboðssølur. Nøkur fá reiðarí fóru avstað við øllum, og vertikala integratiónin gjørdi, at ávís virkir, sum hoyrdu til reiðarí, t.e. høvdu sama eigara, fingu alt tilfeingið fyri ein relativt bíligan penga. Nýggir aktørar sluppu als ikki upp í part, hóast júst tað varð sagt at vera endamálið við uppboðssøluni.

Somuleiðis sóu vit, at peningasterk reiðaríir bjóðaðu langt omanfyri marknaðarprís fyri at tryggja sær rættindini. Ongin orsøk er at halda, at hetta ikki fer at endurtaka seg í komandi uppboðssølum, og so sleppa nýggir aktørar heldur ikki við tá. Bankarnir hava longu vent tumlinum niður og vilja ikki fíggja undir so ótryggum kørmum, og leiga av gomlum stáli og møguliga leiguarbeiðarum við ivasomum papírum og arbeiðsviðurskiftum sum manning, tykist vera einasti útvegur. Hetta hava vit eisini sæð. Men hetta nýtist ikki at vera so.


Leggið tilfeingisskattin á søluvirðið

Vil ein tryggja sær at fiskivinnan leggur tað eftir seg, sum er rætt og rímiligt, er eitt munandi betri uppskot enn uppskotið um sjófeingi, at gjørdur verður ein felags leistur fyri alla fiskivinnuna, ið gongur út uppá at áleggja tilfeingisskatt á frá 1.liði av. Eitt “gylt” tal skal finnast, tað verði seg 10% ella 15%, sum tað passar fyri at koma fram til ta nógv umrøddu milliardina. Talið eigur at vera so mikið rímiligt, at tað er til at liva við fyri allar partar, og eigur ikki at vera so høgt sum verandi uppskot til tilfeingsskatt, at tað køvir hugin at dríva vinnu.

Ein afturvenandi kritikkur av verandi skipan hevur verið útlendski ognarluturin, “strámannavirksemi” og tað at útlendingar ikki gjalda skatt í Føroyum. Í staðin fyri at verið í holt við alla mylnuna um antitrust og forboð fyri útlendskum ognarskapi, hevði ein munandi einfaldari skipan verið at lagt tilfeingisskatt á søluvirðið.

Við at gera tað, gerst spekulatión ógjørlig, tí óansæð hvør eigur vinnutólini, er tað altíð søluvirðið, ið verður skattað, og gjørligt fer ikki longur at vera fyri fyritøkur tilvitað at fara eftir at hava so lítið yvirskot sum gjørligt, ella enntá hava hall, fyri á tann hátt at sleppa undan at rinda partafelagsskatt. Og eisini útlendskir eigarar leggja tá tað eftir seg í føroysku lands- og kommunukassarnar, sum teir skulu.

Tilfeingisskatturin kundi hóskandi verður býttur á sama hátt sum partafelagsskatturin við 30% til kommununa, har skipið hoyrir heima, og 70% í Landskassan. Tá er heldur ikki longur neyðugt at hugsa um, hvør fíggjar, tí viðkomandi sleppur ikki undan at svara almennu Føroyum sítt. Samstundis verður armslongdarprinsippið yvirhildið.


Lýsing Lýs her...