Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Sølufólk til timburdeildina


Skrivað hevur Borg 09.11.2017 - 18:26

Lýsing Lýs her...

Borg í Runavík søkir sølufólk til timburdeildina

Sølufólk til timburdeildina í Runavík
Nú hevur tú møguleikan at blíva partur av einari spennandi fyritøku í stórari menning saman við góðum starvsfelag­um. Tú fært ein øðrvísi gerandisdag, har ikki ein dagur er lí­ka, og tú fært møguleika at seta tín egna dám á.

Vit vænta
At tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi,arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.
Ert søluhugaður, ágrýtin og kennir til KT.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving innan handil.

Arbeiðið umfatar
Alla vanliga sølu, rokna út tilboð til vinnu- og privatkundar og bílegging av vøru. Arbeiðið er í tøttum samstarvi við allar deildir okkara.

Umsókn
Hevur hetta tín áhuga send eina umsókn til:

Borg
att: Kári Hansen
Fjøruvegur 5
620 Runavík
ella á t-post: kari@borg.fo

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Hansen tel. 237286 ella t-post: kari@borg.fo

Freistin at søkja er:
Hósdagin 30. november 2017

Leinkja til starvið:
http://borg.fo/solifolk-til-timburdeildina-i-runavik/

Lýsing Lýs her...