Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Søluleiðari til Pelagos


Skrivað hevur Pelagos 06.06.2017 - 21:50

Lýsing Lýs her...

Pelagos søkir eftir ágrýtnum søluleiðara at standa á odda fyri allari sølu og marknaðarføring hjá Pelagos.

Arbeiðsøki
Søluleiðarin er partur av leiðslubólkinum á Pelagos og vísir beinleiðis til stjóran. Ein týðandi partur av uppgávuni er at menna marknaðarstøðuna og framhaldandi at styrkja kappingarføri hjá felagnum. Sum søluleiðari hevur tú ábyrgd av søluni og marknaðarføringini hjá felagnum. Aftur at søluleiðaranum starvast 2 fólk á søludeildini.
 
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum altjóða umhvørvi.
 
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, tó er hetta eingin treyt. Umsøkjarar við líknandi royndum kann hava fyrimun. Tú hevur góð samstarvsevni og mennandi leiðslustíl. Tú ert úrslitarættað/ur og dugir væl at skipa arbeiðið. Tú hevur góðar málførleikar.
 
Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeiðsstaður er Fuglafjørður. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
 
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Jóhan Páll Joensen, stjóra,  á tlf. 777001 ella við t-posti til johan.pall@pelagos.fo.
 
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast til johan.pall@pelagos.fo.
 
Umsóknarfreistin er mánadagin 23. juni 2017.
 
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Lýsing Lýs her...