Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Sørmundur avgjørdi ímóti 07 Vestur


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 16.02.2017 - 01:29

Lýsing Lýs her...

KÍ og 07 Vestur spældu venjingardyst í Klaksvík í kvøld.

Talan var sum heild um ein javnan dyst, har KÍ kanska sat meir á spælinum, men har 07 Vestur allatíðina hótti í sínum mótálopum. Bæði liðini høvdu sínar møguleikar, men einasta málið kom móti endanum, tá vinstri vongbakkurin hjá KÍ, Ísak Simonsen, legði inn fyri til høgra vongbakkin, Sørmund Kalsø, og so var 1-0 til KÍ. 1-0 var endaliga støðan.

KÍ byrjaði við hesum liðnum (3-4-3/3-6-1): Meinhardt Joensen – Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Hørður Askham – Sørmundur Kalsø, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen – Dion Splidt, Páll A. Klettskarð, Atli Danielsen. Seinni komu hesir inn: Ólavur Niclassen, Steinbjørn Olsen, Tórur Justesen, Heðin Klakstein, Jóannes Danielsen og Aksel B. Danielsen.  

Lýsing Lýs her...