Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Starvið sum stjóri í SALT er leyst at søkja


Skrivað hevur SALT 20.07.2017 - 00:23

Lýsing Lýs her...

Um SALT
SALT er ein tónlistarligur, leiklistarligur og myndlistarligur pallur; eitt stórsligið og innbjóðandi hús, ein framtíðar ráðstevnuskáli, ein komandi ferðafólkaattraktión, eitt hús, har vælvera og blíðskapur eyðkenna gerandisdagin og har fólk eisini viðhvørt hvøkkast við.

SALT er skipað sum privatur grunnur – Saltsilogrunnurin – við egnum viðtøkum og sjálvstøðugari nevnd við 3 limum sum ovastu leiðslu. Saltsilogrunnurin hevur til endamáls at eiga og reka Saltsiloina sum mentanarhús. Raksturin av grunninum verður fíggjaður við árligum stuðulsveitingum á løgtingsins fíggjarlóg og frá Tvøroyrar kommunu.


Um starvið og førleikakrøv

Vit vænta, at tú ert ein gávaður generalistur við leiðsluroyndum, og at tú hevur eina akademiska útbúgving.

Tú ert ein persónur, sum dugir at síggja sterku eginleikarnar hjá tínum medmenniskjum, tú ert ikki bangin fyri at lurta og at taka avgerðir.

SALT hevur longu eina serstaka søgu. Vit vænta, at umsøkjarin hevur fíggjarligt innlit. Tú hevur drúgvar royndir og gott handalag at samskifta við politiskar myndugleikar, bæði kommunalar og landspolitiskar, eins og tú hevur drúgvar royndir við stuðulsgrunnum og fundraising. Tú skalt duga at bróta upp úr nýggjum, og tú ert førur fyri at taka við stórum avbjóðingum til tess at skapa eitt livandi og spennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við nevndina fyri Saltsilogrunnin.

Tú skalt kunna arbeiða á føroyskum, donskum og enskum máli. Tú skilir, og virðismetir, týdningin av sterkum relatiónum, og tú megnar at inspirera og fáa starvsfólkini við tær í eini støðugari menning av SALT.

Vit vænta, at tú hevur livandi áhuga fyri mentanini, at tú hevur ans fyri umskaringini av altjóða rákum og føroyskum mentanarlívi, og at tú dugir at virðismeta slíkt, sum rørist í lokalsamfelagnum til tess at styrkja um baklandið hjá mentanarhúsinum.

Setanar- og lønartreytir
Starvið sum stjóri í SALT verður lønt sambært 36. lønarflokki í sáttmálanum millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Afturat lønini verða goldin 15% í eftirløn. Nærri treytir um starvsásetingar og løn verða eftir avtalu millum Saltsilogrunnin og stjóran.

Miðað verður eftir, at starvið verður sett 1. oktober ella eftir nærri avtalu.


Umsókn

Eru spurningar um starvið kann umsøkjari venda sær til umboð fyri setanarbólkin, Bárð Larsen á telefon 22 90 89 ella á bardurl@kallnet.fo

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal sendast til Bárð Larsen, Dýrindalsgøta 51, 188 Hoyvík.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin, 17. august 2017, kl. 12.00.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...