Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Starvsfólk við køksfakligari útbúgving til Sambýlið í Bøgøtu


Skrivað hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta 01.11.2017 - 11:46

Lýsing Lýs her...

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum í Sambýlinum í Bøgøtu, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Vit sóknast eftir

Starvsfólki til køkin við setanarbrøki 0,625. Arbeitt verður dagvakt yrkadagar. Um eingin við køksfakligari útbúgving søkir, tilskilar NBH sær rætt til at seta annað starvsfólk.

Í Sambýlinum í Bøgøtu búgva 8 fólk.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í Sambýlinum í Bøgøtu, tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

  • Køksfakliga útbúgving
  • Røkin
  • Kennir týdningin av føðslugóðum kosti til eldri borgarar
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Góð samstarvsevni


Vit kunnu bjóða

  • Stórar fakligar avbjóðingar
  • Spennandi og sjálvstøðugt starv
  • Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Pállfríðu Petersen, deildarleiðara, á tlf. +298793425.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 17. november 2017.

Lýsing Lýs her...