Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Stjóri til Kringvarp Føroya


Skrivað hevur Kringvarp Føroya 19.04.2017 - 19:54

Lýsing Lýs her...

Starvið
Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya, sum er skipað eftir løgtingslóg nr. 61 um kringvarp frá 16. mai 2006 við seinni broytingum.

Umsøkjarin
Sum stjóri ert tú savnandi, myndandi og gongur á odda fyri stovninum.

Tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir.

Viðkomandi miðallanga ella langa útbúgving, innlit í føroyska mentan, - samfelagsviðurskifti og greiða fatan av public service uppgávum Kringvarpsins.

Tú megnar at leiða og skapa eldhuga hjá starvsfólkunum, at fylgja settum málum og støðugt at taka við nýggjum avbjóðingum.

Tú hevur grundleggjandi fatan av fíggjarliga rakstrinum av einum stovni.

Tú megnar rembingar, ert álitisvekjandi og hevur góð evni at samstarva og samskifta.

Setanarviðurskifti
Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at verða tænastumannastarv. Grundlønin er eftirlønargevandi. Afturat hesum verður latin ein ikki eftirlønargevandi viðbót fyri áramálssetan. Setanartreytirnar eru ásettar í stjórasáttmála, sum skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.

Umsókn
Tú kanst fáa meir at vita um starvið við at venda tær til Rúna Heinesen, formann í kringvarpsstýrinum á tlf. 214407 ella á teldupostadressuni runih@tsk.fo.

Umsóknir við CV, prógvum, o.t. skulu stílast til:

Kringvarp Føroya
Postboks 1299
110 Tórshavn
Att. Kringvarpsstýrið

Ella sum teldupostur til runih@tsk.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin, 19. mai 2017.


Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, og sum verður stjórnaður av einum stýri við sjey limum. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum og spæli. Fíggjarætlanin er umleið 66 mió.kr. og umleið 80 fólk starvast í Kringvarpinum.

Hugsjón Kringvarpsins:

Visjón:
Kringvarp Føroya skal vera fremsti mentanarberi føroyinga.

Misjón:
Kringvarpið skal ríka lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.

Kjarnuvirðir:
Trúvirði – Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so Kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum.
Virðing – Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki, arbeiða fyri at varðveita føroyskt mál og mentan og virka savnandi fyri føroysku tjóðina.
Slóðbrótan – Kringvarpið skal vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda.
Professionalisma – Í Kringvarpinum skal professionalisma, engasjemang, kreativitetur, fjølbroytni og toymisandi ráða.

Lýsing Lýs her...