Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Stjórin á Pelagos: Eg skilji ikki Poul Michelsen


Skrivað hevur John William Joensen 20.04.2017 - 09:52

Lýsing Lýs her...

Stjórin á Pelagos í Fuglafirði, sum eisini er fyrrverandi formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, finst harðliga at politiska spælinum í samband við nýskipan av fiskivinnuni: At Høgni, og fyri tann skyld Aksel, eru við í hesum spæli, er skiljandi. Teir eru kanska ”umskyltir”. Hava ongantíð verið í klemmu ella sett nakað í váða fyri nakað sum helst. Hava, sum tikið verður til: ” bara hingið uppi í”. Vita ikki, at 1+1 er ikki altíð 2. Vita ikki betur og hava ongantíð kent fortreytir hjá vinnuni á egnum kroppi. Friður við tí og skal man ikki roknað við øðrum.

Men Poul – fyri hann er ongin umbering. Hann eigur at vita betur.

Hann skrivar soleiðis á Facebook:


Tað er eitt (av mongum) sum undrar meg almikið í hesum døgum. Skal beinanvegin ásanna, at snúningarnir í ovastu etagu ikki eru av teim skjótastu, og tí skal kanska ikki so nógv til at eg undrist.
Men allíkavæl – kundu metingarnar, sum eg einaferð hevði av einum manni vera so heilt og aldeilis við síðuna av?
Ja, opinbart vóru tær tað.

Og hvat er tað so, sum undar meg ? Jú, tað er hvussu Poul Michelsen førir seg fram í politikki í hesum døgum. Hesin maður, sum eg altíð havi sæð upp til sum ein veruligan vinnulívsmann, ein, íð byrjaði við berum hondum, ein íð hevði hjartað á røttum stað, ein maður við ”sine meningers mod”, ein sum eg helt vildi fortreytir fyri vinnulívi at vera skilabestar, ein, sum veit hvat er vinnuni og samfelagnum til besta osv
Men nei, hetta er vistnokk ikki so. Eg haldi, at eg tók feil.

Tað fyrsta, sum eg undrist á, er at Poul tekur heilt og fult undir við fyriliggjandi uppskoti til nýggja fiskivinnulóggávu, og metir, at hetta uppskotið er skilabest fyri vinnuna og samfelagið sum heild.
At Høgni, og fyri tann skyld Aksel, eru við í hesum spæli, er skiljandi. Teir eru kanska ”umskyltir”. Hava ongantíð verið í klemmu ella sett nakað í váða fyri nakað sum helst. Hava, sum tikið verður til: ” bara hingið uppi í”. Vita ikki, at 1+1 er ikki altíð 2. Vita ikki betur og hava ongantíð kent fortreytir hjá vinnuni á egnum kroppi. Friður við tí og skal man ikki roknað við øðrum.
Men Poul – fyri hann er ongin umbering. Hann eigur at vita betur.

Og fyri at tosað eitt mál, sum eg roknið við Poul skilir sera væl, hevði tað verið stuttligt at fingið at vita frá Pouli, hvussu hann hevði mett fortreytirnar fyri at reka heilsøluvirksemið, um loyvið at reka heilsølu, sum vit hugsað okkum hongur á vegginum á skrivstovu hansara, var til sølu í tíð og úrtíð.
Altso ikki spurningurin um kapping at keypa Cornflakes frá A ella B, ella at selja pylsur til Marsannu ella Palliba: Men loyvið at virka sum heilsøla.

Hvat fyri íløgur hevði Poul gjørt í bygningar, goymslur, starvsfólk, marknaðarrøkt osv, um hann visti, at loyvið hjá honum at reka heilsølu bert var galdandi í t.d 3 ár og hann ikki visti, um hann fekk tað aftur um 3 ár??

Høvdu íløgurnar í heilsøluvirksemið ikki verið merktar av hvørja longd av loyvum Poul hevði at reka heilsølu??

Hevði hann mett stutttíðarloyvir mótvegis langtíðarloyvum at reka heilsølu at verið optimering ella sub/optimering fyri sína fyritøku og avleitt virksemi annars??

Og onnur ivamál:
Hví metir Poul tað vera rætt, at t.d 1 av landsins heilsølum, av mynduleikunum, varð kravd at vera í Suðuroy, Vágum ella Norðoyggjum, vegna teirra geografisku støðu??
Metir Poul, at økiskvotur eru tað rætta?. Metir hann, at málið um at ”fordobla” virðisøkingina verður stuðla við økiskvotum. Metir Poul, at hetta kann forsvarast vinnuliga yvirhøvur??

Hvat ítøkiligt í fyriliggjandi uppskot til fiskivinnulóggávu byggir uppundir pástandin, at virðisøkingin í fiskivinnuni skal tvífaldast??
Hví metir Poul, at antitrust lógarverk er meira viðkomandi fyri fiskivinnuna enn t.d fyri heilsøluvirksemi?.
Man kann eisini spyrja hinvegin: Heldur Poul, at virksemi hevði berið betur fyri heilsøluvinnuna og samfelagið, um hon varð spjødd út á nógvar smáar veikar hendur?? Var hon ikki tað fyrr, og hví er heilsøluvirksemið ídag samlað í nøkrum fáum stórum sterkum heilsølum??

Eg veit, at eg skilji ikki alt, men enn havi eg evnini at undrast um hvat liggur undir hjá Pouli síðan hann gongur inn fyri fyriliggjandi uppskoti til broytan av fiskivinnulóggávu 😊

Hugleiðingar:
At fiskatilfeingið runt Føroyar og tilfeingið, sum mynduleikarnar hava samráðst seg til á fjarleiðum, er ogn Føroya fólks, trúgvi eg ikki nakar kann vera ósamdur í.
Tá hetta tilfeingið nú einaferð er ogn hjá tær og mær, mugu vit eisini vera samd í, at tann sum skal hava eitt loyvi, til at fara eftir hesum tilfeingi, tí tú og eg ikki tíma, má rokna loyvi sum eitt brúksloyvi, lánt ella leiga frá tær og mær.
Tað kann ikki vera skilabest, at ein brúkari fyrst skal út at kappbjóða um eitt brúksloyvi, fyri síðan at missa tað aftur um eina tíð.
Hetta brúksloyvið má so hava tær til eina og hvørja tíð galdandi rímilugu treytir, ásettar av tær og mær, (tilfeingisgjald, treytir fyri landing, útlendingar, sáttmálar osv)

Og so er tað logiskt fyri mær – og eg pástandi eisini fyri Poul – at hevur ein aktørur eitt brúksloyvi, ja so má hesin brúksloyvishavarin sleppa at hava loyvið soleingið hann vil, bara hann heldur tær treytir, sum brúksloyvið nú einaferð hevur.
Annað er fyri mær óhugsandi, um loyvishavarin skal kunna hava framtíðarætlanir og gera íløgur í mun til tær.

Hinvegin, um ein loyvishavari ikki ger nýtslu av sínum brúksloyvi, ja so fellur hetta aftur til tín og mín og so kunnu vit geva, lána ella leiga brúksloyvið víðari til næsta brúkara.
Einasti gordiski knútur, sum eg síggi í hesum er, hvussu brúksloyvið fæst út til loyvishavara fyrstu ferð eftir 1 januar 2018 við tað, at øll loyvir eru uppsøgd til ta tíð.

Her meini eg, at vit mugu hava so frætt av virðing fyri teim aktørum, sum eru í løtuni, at teir hava ein ella annan rímiligan fyrimun til fáa/lána/leiga tey loyvi aftur, sum teir søguliga hava bygt upp gjøgnum upp- og niðurgangstíðir, og sum kann vera grundarlag fyri teim risastóru íøgum, sum hesir aktørar hava gjørt til fyrimuns fyri samfelagið alt.

Kanska kann tað hugsast, at eitt ella fleiri nýggj loyvi kundu verið stovnaði innan onkrar vinnugreinar í fiskivinnuni, hvør veit?.

Og so rokni eg eisini við at vit øll eru samd í, at av vinningi av sølu av brúksloyvum millum brúkloyvishavara og/ella nýggjar aktørar, skal ein rímiligur partur fella aftur til tín og mín og ikki bert enda í privatum lummum.

So einfalt kann tað gerast og vera til fyrimuns fyri tey sum leggja á báruna bleytu og okkum, sum bara sita og bíða eftir vinningi teirra.

Havi framvegis eina góða nátt við vón um eina virðiliga loysn á hesum stóra máli

Save
Lýsing Lýs her...