Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Stjørnan hevur styrkt um málmansplássið


Skrivað hevur Jákup Ósá 17.07.2017 - 11:50

Lýsing Lýs her...

Stjørnan fyrireikar seg til komandi kappingarár.


Í fjør hevði Stjørnan eitt ungt lið, sum mentist gjøgnum árið, men sum eisini var óstøðugt í sínum avrikum. Danski venjarin Per Klarup arbeiddi miðvíst við at menna ungu leikararnar, og tað sást m.a. við, at Stjørnan vann FM hjá U17 gentum.


Stjørnan hevði nógvar leikarar at velja ímillum, men eitt pláss, har tað til tíðir manglaði fólk, var á málmansøkinum. Har hevur Stjørnan styrkt seg í summar. Ungureanu Raluk, sum vardi málið hjá Stjørnuni fyri nøkrum árum síðani og royndist væl, kemur nú aftur til felagið. Tað váttar forkvinnan í Stjørnuni, Jastrid Gullaksen, fyri Norðlýsinum. Harafturat vera lokalu málverjarnir Annika M. Arge og Jetta Svøðstein eisini partur av hópinum, sum nú er nógv betri mannaður á málmansøkinum, sigur Jastrid.


Venjararar hjá Stjørnuni vera eins og í fjør Per Klarup og Carsten W. Andersen.

Lýsing Lýs her...