Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Stjørnan tekur ímóti StÍF hóskvøldið


Skrivað hevur Oliver Joensen 11.10.2017 - 19:39

Lýsing Lýs her...

Stjørnukvinnuranar skulu royna at fáa fyrstu stigini á kontoin í hesum kappingarárinum, tá tær hóskvøldið taka ímóti StÍF.

Liðini hava bæði leikt triggjar dystir og tapt teir allar. Tað byrjaði annars væl hjá stjørnunkvinnunum, tá tær í fyrsta dystinum tapti tepurt við einum máli móti Neistanum. Síðani er tað blivið til tvey stórtap móti ávíkavist VÍF og VB.

Hóskvøldið hava tær so møguleikan at reisa seg aftur, tá StÍF vitjar. StÍF, hevur eins og Stjørnan, eitt rættilga ungt lið. Vit vænta ein javnan og spennandi dyst. Dysturin byrjar kl. 18.30.

Lýsing Lýs her...