Elding

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jóhann Lützen

Saman at standa

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Ein skúli aftrat loysir ikki trupulleikan

Ragnar Ludvig

Hjartalag Guds

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Nixon og Hoydal: I am not a crook

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Sjúrður Skaale (Tala hildin á fólkafundi í Lítlu Dímun 8. juni 2017).

Lítla Dímun - lítil oyggj, stórur varði

Hanus Hansen, reiðari

Heimaflotin harðast raktur


Úr videosavninum



Kunngerðir



Til sølu



Stjørnan vann botnuppgerðina


Skrivað hevur Norðlýsið Ítróttur 16.02.2017 - 22:59

Lýsing Lýs her...

Við einum greiðum 27-21 sigri á StÍF vunnu kvinnurnnar hjá Stjørnuni seg av aftasta plássi

Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá hvonn-liðini hjá Stjørnuni og StÍF leiktu í KÍ-høllini kvøld. Liðini lógu undan dystinum jøvn á aftasta pláss við fýra stigum.

Hóast Stjørnan hevði munin allan fyrra hálvleik, so var spenningur í allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Stjørnuna.

Stjørnan kom betur frá byrjan í seinna hálvleiki. Tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 19-14 til Stjørnuni. StÍF royndi at svara aftur, og fekk minka nakað um munin, men tað munaði ikki nokk. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til Stjørnuna uppá 27-21. Við sigrinum togaði Stjørnan seg uppá næstaftasta pláss.

Tóra og Jancy gingu undan

Hjá Stjørnuni vóru tað serliga tveir leikara sum gjørdu um seg. Tað vóru Tóra Eliasen og Jancy Jacobsen, tær skutu 8 mál hvør. Eisini Judith Dam Jacobsen á høgra vongi spældi eisini ein góðan dyst, hon skoraði 5 mál.

Málsjúttar Stjørnuni: Tóra Eliasen og Jancy 8 mál hvør, Judith D. Jacobsen 5, Sonja Sirdal og Mina Sirdal tvey mál høvr og Ella Peterse 1 mál.

Lýsing Lýs her...