Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Stjórnarskipanin er ein roynd at flyta fokus


Skrivað hevur Jógvan Skorheim, formaður Sjálvstýri 01.08.2017 - 15:17

Lýsing Lýs her...

Ólavsøkan er komin og farin, og enn hevur samgongan ikki loyst fløkjuna um fiskivinnunýskipanina. Nærri er fløkjan vorðin størri og óhugaligari so hvørt sum tíðin til 1. januar styttist. Nú bíða so allar Føroyar eftir at hoyra, hvussu landsstýrið ætlar sær at greiða fløkjuna, men har er man nú farin at varpa ljós á stjórnarskipanina

Hetta kann illa tulkast sum annað enn ein roynd at flyta fokus frá størsta politiska vavgreytinum í nýggjari tíð: fiskivinnunýskipanini. Okkara høvuðsvinna liggur í andaleypi av berari óvissu um spælireglurnar í framtíðini, tí málið um fiskivinnunýskipanina ikki er avgreitt enn. Í nærum tvey ár hevur leitað eftir eini semju, sum framvegis ikki er at hóma. Men í staðin fyri nú at koma við eini ítøkiligari ætlan fyri, hvussu fløkjan skal greiðast, so verður farið víðari til næsta stórmál: stjórnarskipanina.

Man samgongan veruliga vænta at megna at avgreiða stór mál um fiskivinnunýskipan, stjórnarskipan og pensjónsnýskipan? Ella roynir man í veruleikanum at flyta fokus frá fiskivinnunýskipanini, sum handfaringin av higartil hevur verið óverulig og óvirðilig?

Politiska kjakið seinastu árini og framhaldandi ósemjan um fiskivinnunýskipanina, hevur longu verið so drúgv og stríðshugað, at løgtingið og fólkið er farið í tvíningar. Ein komandi stjórnarskipan skal leggja lunnar undir tað sjálvstýrið, vit sjálvsagt stremba eftir. Tí er alneyðugt, at vit sum politisk skipan og tjóð kunnu savna okkum um hana, og skal tað bera til, má arbeiðslagið í politiska landslagnum koma burturúr tí stríðhugaða andanum, sum í løtuni valdar.


Lýsing Lýs her...