Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Stúgvandi fult í Føroyahúsinum


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 20.04.2017 - 21:49

Lýsing Lýs her...
Hetta var ein so stór suksé, at hetta mugu vit gera aftur, segði Jógvan Skorheim borgarstjóri

Klaksvíkar kommuna spenti seg út í kvøld við serligum tiltaki nevnt Uppliv Klaksvík. Tað vóru útvið 200 fólk og eyka stólar máttu finnast til øll fólkini, sum høvdu leitað sær í Føroyahúsið í Keypmannahavn í kvøld. 

Tey uppmøttu fingu nakað til allar sansir. Kommunan upplýsti væl um teirra styrkir við ansingarmøguleikum, vinnumøguleikum og trivnaðarmøguleikum. Jógvan Skorheim, borgarstjóri ásannaði at kommunan hevur eina avbjóðing tá um íbúðir umræður, men vissaði at kommunan hevur sett fokus á hetta umráðandi øki. 

Árni Skaale, stjóri á Looknorth og Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS høvdu eina framúr felags framløgu, har teir vístu á hvussu teir vóru komnir til tops í teirra respektivu vinnum. Teir dugdu væl at gera løtuna undirhaldandi fyri tey nógvu uppmøttu, sum við áhuga hoyrdu teirra visiónir og ætlanir. 

Besta løtan var tó tá lokalu rock-popp drongirnir Danny and The Veetos komu á pallin. Fjøldin var í hopla og teirra góðu sukursangir gjørdu at áhoyrararnir vildu bara hava meir og meir. 

At enda vórðu nakrar vinningar drignir, fiskapakkar frá Føroyahúsinum og eisini atgongumerkir til Summarfestivalin. Hepnu vinnararnir fegnaðust almikið. 

Eitt sera gott tiltak har øll tey uppmøttu søgdu við ein munn, at hetta mátti gerast umaftur og tað helt borgarstjórin Jógvan Skorheim eisini. 




Lýsing Lýs her...