Føroya Sjómannadagur

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Magni Arge

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Jóannes M. Olsen

Jósef

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Vælkomin á Summarfestival

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Nógvar uppgávur fyri framman

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Vilhelm 75


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Sundsá er enn náttúra – sleppið oyðingarætlanini!


Skrivað hevur Jóhan Mortensen 21.04.2017 - 09:32

Lýsing Lýs her...

Í dag er Sundsá lítil. Men hon er náttúra. Hon er føroysk náttúra.

Eg fari tvørtur um tann lítla sandin og grótið í ósanum. Líti út eftir fjøruni. Órørd fjøra. Hon er náttúra. Hon er føroysk náttúra.

Hetta er framvegis náttúra. Hon er ikki “farin”. Hon er her. Vit síggja hana. Vit kunnu nema við hana. Vit kunnu framvegis njóta hana.

Eri ikki samdur við grundgevingini hjá Henrikki Møller – formanni í yvirfriðingarnevndini. Framsøgnin hjá honum var: náttúran inni á Sundi er longu “farin”. Tí kann Tórshavnar Havn uttan fyrilit leggja grót frá verandi grótkastið eystur eftir allari fjøruni undir gerðinum hjá Gustavi á Sundi og langt út á sjógv.

Mangir náttúruvinir skiltu ikki, at friðingarmyndugleikin loyvdi einum grótkasti heilt eystur í móti Sundsá í áttatiárunum. Tað var eitt stórt og skammiligt inntriv í eina bygd við bøi, á og ósa.

Og nú liggur tann óbótaliga avgerðin sum grundgeving fyri, at náttúran er longu “farin”. Ein logikkur, sum neyvan heldur, tá tað kemur til onnur støð í landinum.

Sundsá er ein av sjósílaáunum í Suðurstreymi. Mær vitandi eru bara fimm størri gýtingaráir í Suðurstreymi: Høgadalsá úti í Kaldbak, Fjarðará inni í Kaldbaksfirði, Sundsá, Hoydalsá og Sandá. Og eina av hesum áum vil hvørki yvirfriðingarnevndin ella Tórshavnar kommuna eira.

Hesin ósin er enn náttúra. Hann er enn partur av umhvørvinum. Og hetta umhvørvið skuldi verið í samljóð við grøna umhvørvissetningin hjá nýggja meirilutanum í býráðnum.

Í hesum døgum savnast sjósíl uttan fyri áir og ósar. Menn njóta løtur við strendur, áir og ósar. Royna tráður, pilkar ella flugur. Hóast kalt er. Summir fáa okkurt sjósílið. Aðrir einki. Men tað bilar einki. Fríska luftin er góð. Friðurin er sálarbót. Menn røra seg. Tað er fólkaheilsa og trivnaður.

Minnist, at Stóri-Jóannes og Sofía – tað eldhugaða laksaparið úti í Grønlandi – rýmdu ein dagin frá Leynavatni. Har var einki at fáa. Dagin eftir møtti eg eini brosandi Sofíu inni hjá keypmanninum í Grønlandi. Jú, tey vóru farin á Sund. Og út fyri Sundsá høvdu tey fingið 19 sjósíl.

Aling, taðing og onnur dálking hava havt sera neiliga ávirkan á sjósílastovnin. Í nógvum áum, firðum og víkum eru sjósílini horvin. Aðrastaðni er sjósílastovnurin minkaður nógv. Tað vita allir sílafiskarar. Tað vita øll náttúrufólk. Men, at Tórshavnar kommuna tilvitað ger støðuna upp aftur verri og leggur í oyði virðismiklar partar av náttúru okkara í 2017 er ófyrigeviligt. Tað er ikki í samljóð við tíðarinnar anda. Tað er óumhugsað. Tað er skammiligt og harmiligt.

Var herfyri á Seyðisfirði. Har er eitt grótkast á sunnara fjarðararminum. Ein á rennur oman móti sjónum á somu leið. Uttan fyri grótkastið er ein bátahylur, men hann er ikki lagdur upp at grótkastinum. Nakrir metrar eru í millum grótkastini, so áin rennur á sjógv. Hon fer ikki undir eitt grótkast. Sjósíl sleppa niðan at gýta.

Íslendingar hava her havt fyrilit fyri náttúruni. Áttu vit ikki havt sama hugburð í 2017? Yvirfriðingarnevndin leggur sektin á náttúruna. Einasti, sum kann steðga hesi vitleysu ætlanini, er býráðið í høvuðsstaðnum. Tað letur seg enn gera. Tað fyrsta skotið í Skálafjarðartunnlinum er ikki latið av. Tann fyrsti lastbilurin hevur ikki latið fyrstu lastina fara niður á ósan við Sundsá. Tað er ikki ov seint.

Annika, Gunnvør, Marin Katrina og tit onnur, vísið nú í verki, at grøni setningurin er annað enn orðabrask!

Í Kaldbak 17.04.17

Jóhann Mortensen

Lýsing Lýs her...