Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Tað gongur framá við Sandin og við Biskupsstøð

 Byggingin av Nólsoyar Pálls húsunum gongur væl. Lagaðu veggirnir eru prýðiligir á at líta, og í løtuni er Archibald Black í fer við at tilevnað timburtilfarið. Timburarbeiðið gongur fyri seg í gamla skipafelagsbygninginum úti í Klaksvík.

Eisini Bústaðir bygningurin er við at fáa røttu útsjóndina. Allan Skaale frá Bústaðir - Føroya bústaðarfelag sigur, at ilt er at siga neyvt um nær fyrstu fólkini kunnu flyta inn við Sandin. Men sigur hann, at sum nú er, rokna vit við at byggingin kann vera liðug runt um ársskiftið komandi.