Lutherdagar

Úr myndasavninum



Lesarabrøv


Jógvan á Lakjuni, tingmaður

Hvør er ST ???

Eivind Jacobsen, Strendur

Heilt stutt til Skorheim

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og tingmaður

Hann ið gitir hann lýgur – Eivind Jacobsen

Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Ein vanlukka fyri kommunukassarnar í Sandoynni

Jenis av Rana , Formaður Miðfloksins

Heilaga kúgvin má víkja fyri teimum sjúku!

Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Sjúklingar skulu ikki bíða

Bergur Jacobsen (mynd: Dávur Winther)

Naggatódn Samskipan Føroya?

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri

Aftursvar til Símun Absalonsen


Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Tað, sum Árni Dahl ikki skilir


Skrivað hevur Bill Justinussen 15.02.2017 - 08:34

Lýsing Lýs her...

Tað koyra umleið 3000 akfør millum høvuðsstaðin og norðurøkið dagliga. Hendan ferðslan kostar umleið 110 milliónir um árið. Nú ætlar Árni Dahl, at hesar 110 milliónirnar um árið skulu brúkast til at betra um okkara heilsu- og almannaverk.

Men hvussu skulu so hesi akførini koma aftur og fram, um man tekur tær 110 milliónirnar frá teimum, so tey ikki kunnu koyra aftur og fram?

Í hesum 3000 akførum sita fólk, sum arbeiða. Fyri sítt arbeiði fáa hesi fólkini løn. Av lønini gjalda tey skatt og av restini brúka tey nógv at keypa fyri, sum kastar av sær mvg og onnur brúkaragjøld í landskassan. Bara til at ferðast aftur og fram brúka fólkini í akførunum 110 mió. árliga. Um hesi fólkini ikki sleppa til arbeiðis, tí Árni Dahl ætlar at brúka pengarnar, sum tey brúka at flytast aftur og fram dagliga, til at betra um heilsu- og almannatænastur, missir landskassin meiri enn 110 milliónir. Um vit siga, at talan er um eini 4000 fólk, og tey fortjena 300.000 í part, eru samlaðu lønirnar umleið 1,2 milliard. Av hesum gjalda tey skatt og avgjøld fyri leysliga mett 850 milliónir - um árið. Hesar 850 milliónirnar fara í landskassan at fíggja heilsuverkið, almannaverkið, útbúgvingarverkið og alt annað alment.

Hesi umleið 4000 fólkini eru samd við Árna Dahl: Tað er ov dýrt at brúka 110 milliónir um árið í beinleiðis kostnaði til at ferðast aftur og fram. Tá eru teir báðir tímarnir dagliga ikki roknaðir uppí. Eg tori ikki at hugsa um, hvussu roknistykkið sær út, um vit fara at kapitalisera hesar báðar tímarnar dagliga. Men sum sagt: tað er ov dýrt at brúka 110 milliónir árliga til at koyra aftur og fram. Pengarnir kundu verið brúktir betri. Til dømis til at betra um heilsutænastur og almannatænastur.

Tí mugu vit gera nakað genialt. Vit gera ein tunnil, sum eftir nøkrum árum leysgevur stóran part av hesum 110 milliónunum til annað enn bara at gjalda bensin og bilkostnaðir. Tey fyrstu árini brúka vit hesar 110 milliónirnar til at byggja ein tunnil fyri, og eftir tað verða pengar til yvurs at gagna samfelagnum á annan hátt. Til dømis at byggja ein annan tunnil fyri - Sandoyartunnilin. Tá bjarga vit hesi dýru perlu millum hinar 18 oyggjarnar eina bjarta framtíð. Land okkara verður størri og ríkari. Tey sjúku á Sandoynni og í Eysturoynni fara at hava stuttan veg til høvuðssjúkrahúsið. Somuleiðis fara tey ungu at hava skjótan veg til hægru skúlarnar í høvuðsstaðnum og heimaftur um kvøldið. Tá fara vit enn meiri at kunna ríka hvønnannan við sínámillum føroyskari mentan.

Tað gera vit nú, startskotið verður næsta týsdag - ein hin størsti varðin í føroyskari menningarsøgu.

Bill Justinussen

Lýsing Lýs her...