Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Tagnarskyldan verður undirgrivin og løgmaður rennur undan ábyrgd


Skrivað hevur Bárður S. Nielsen 07.02.2017 - 19:08

Lýsing Lýs her...

Hóast stór ábyrgd liggur hjá løgmansembætinum, er vandi fyri, at løgmaður nú hevur knæsett eitt prinsipp um, at tað er loyvt embætisfólkum at bróta tagnarskylduna. Hetta kann frameftir raka øll tey, sum veruliga hava brúk fyri at verða vard av tagnarskyldu

Tað er álvarsligt, at Føroya løgmaður fjalir seg aftan fyri løgfrøði og vil ikki taka avgerðir, ið kunnu varðveita álitið á embætisverkið, og at tagnarskyldan verður vird. Hetta er niðurstøðan, eftir at løgmaður hevur svarað einum § 52a fyrispurningi frá Sambandsflokkinum.

Fyrispurningurin snúði seg m.a. um, hvørt løgmaður fer at gera nakað við, at ein fyrrverandi embætismaður sannlíkt hevur brotið sína tagnarskyldu við á heysti í 2016 at leka út hópin av trúnaðarupplýsingum frá fullveldissamráðingunum í árinum 2000.

Í svari sínum staðfestir løgmaður, at tað ”ikki er rætt” gjørt, at fyrrverandi embætismaðurin hevur framt víðfevnda lekan. Kortini vil løgmaður einki gera við, at tagnarskyldan sannlíkt er brotin, og at brot tí sannlíkt er framt á borgarligu revsilógina. Hann skjýtur seg m.a. inn undir, at fyrrverandi embætismaðurin ikki longur er í starvi í embætisverkinum. Og løgmaður vil heldur eingi rættarlig stig taka, men hann mælir í staðin øðrum til at melda málið til fútan.

Hetta er ómetaliga álvarsligt.

Løgmaður eigur sjálvandi at taka neyðug stig, so at álitið á embætisverkið og tagnarskylduna verður varðveitt. Løgmaður hevur ábyrgdina, og kann ikki lata tað upp til onnur at taka støðu til.

Vandi er fyri, at løgmaður nú hevur knæsett prinsippið um, at tað er loyvt embætisfólkum at bróta tagnarskylduna og at leka út trúnaðarupplýsingar. Hetta kann frameftir raka øll tey, sum veruliga hava brúk fyri at verða vard av tagnarskyldu.

Spurt varð eisini, um løgmaður orsakað av víðfevnda lekanum ætlar at leysgeva øll skjøl frá fullveldissamráðingunum, so at føroyingar sjálvir kunnu meta um, hvat fór fram undir nevndu samráðingum.

Heldur ikki í hesum føri vil løgmaður taka sjálvstøðuga avgerð. Í staðin ætlar hann at spyrja ein fyrrverandi løgmann, ein fyrrverandi og núverandi landsstýrismann og Ríkisumboðið, um skjøl kunnu leysgevast. Løgmaður hevur sjálvur møguleika at leysgeva skjølini, og tað eigur hann sjálvandi at gera sum skjótast, eftir at víðfevndur leki er farin fram.

Sambandsflokkurin heitir á løgmann um at taka sjálvstøðugar avgerðir og leysgeva nevndu skjøl, og at tryggja, at føroyingar kunnu hava álit á, at tagnarskyldan er nakað verd í Føroyum.

Bárður S. Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

Lýsing Lýs her...