Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Merkisdagar og minningarorð



Tannlæknaleiðari til Klaksvíkar kommunalu barnatannrøkt

Klaksvíkar kommunala barnatannrøkt søkir eftir tannlæknaleiðara at byrja 1. februar 2017 ella skjótast møguliga.

Barnatannrøktin fevnir um 8 starvsfólk, sum samanlagt taka sær av fyribyrging og viðgerð av umleið 1500 børnum og ungum 0-18 ár. Samstarvsavtala er við privatan sertannlækna um sertannviðgerðina.


Millum uppgávurnar og ábyrgdirnar hjá tannlæknaleiðaranum eru:

· Ábyrgd og skipan av tí dagliga rakstrinum, umsiting og starvsfólkaleiðslu

· Fíggjarætlanarlegging og fíggjarstýring

· Luttøka í tannlæknaarbeiði

· Ráðgeving og vegleiðing av starvsfólkunum í barnatannrøktini

· Hava fokus á felagsskapin og trivnaðin hjá starvsfólkunum

· Styrkja og menna tað profylaktiska og heilsufyribyrgjandi arbeiðið


Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi við stabilum og engageraðum starvsfólkum. Arbeiðstónin er vinarligur og óhátíðarligur. Vit hava fokus á fyribyrgjandi arbeiði og eitt gott arbeiðsumhvørvi. Fyri stuttum varð sertannviðgerðin útveitt til privatan sertannlækna, og tí er fokus í løtuni eisini á at laga og menna virksemið eftir broyttu umstøðunum.


Vit vænta, at tú sum tannlæknaleiðari hevur áhuga í leiðslu og hevur góð samstarvsevnir, at tú ert ein fakliga dugnaligur tannlækni og hevur ein týðiligan, engagerandi og viðurkennandi leiðsluhátt. Við okkara umleið 1500 kundum hava vit somuleiðis tørv á, at tú ert opin, fyrikomandi og leggur dent á at veita eina góða tænastu, samstundis sum tú vilt arbeiða fyri støðugt at menna Barnatannrøktina.


Talan er um eitt fulltíðarstarv sambært sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF) og Tannlæknafelagið. Í løtuni er starvið sett saman av umleið 4 døgum við tannlæknaarbeiði og 1 degi til tað umsitingarliga.


Fleiri upplýsingar kunnu fáast hjá John Færø, trivnaðarstjóra, tlf. 222216 og jf@klaksvik.fo, ella Annu Mariu Joensen, starvsfólkaleiðara, tlf. +298 224434 og annamaria@klaksvik.fo.


Umsókn, saman við prógvum v.m., verður at senda til: Klaksvíkar Kommunu, Postboks 2, Nólsoyar Pálsgøta 32, 710 Klaksvík (ella klaksvik@klaksvik.fo), og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. januar 2017.


Klaksvíkar kommuna