Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Team Klaksvík fær vitjan av StÍF mikukvøldið


Skrivað hevur Jákup Ósá 10.10.2017 - 15:36

Lýsing Lýs her...

Team Klaksvík er í sjáldsomu støðuni at kunna taka oddasessin í deildini, um væl vil til mikukvøldið.


Team Klaksvík liggur í løtuni á 3. plássi í FTZ deildini við 6 stigum. Sama stigatal hava H71 og Neistin, sum liggja frammanfyri, men hava betri málmun. H71 og Neistin møtast mikukvøldið. Tað merkir, at undir øllum umstøðum kemur Team Klaksvík uppá 2. plássið við sigri, men endar tað javnt millum Neistan og H71, so leggur Team Klaksvík seg á odda við sigri.


Men talan verður um harða mótstøðu, tí mótstøðuliðið er StÍF. StÍF hevur vunnið á Kyndli og KÍF, tapt tepurt á VÍF og tapt móti Neistanum. Vinnur StÍF við 4 málum ella meir, so fer StÍF framum Team Klaksvík. Tí er lagt upp til ein spennandi dyst. Júst spenningur hevur eyðkent allar dystirnar hjá Team Klaksvík í ár.

Í Klaksvíkar Badmintonhøll vóru óvanliga nógvir áskoðarar til seinasta heimadyst, og nú liðið hevur vunnið báðar dystirnar síðani tá, so kann aftur væntast nógv fólk hesaferð.


Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 20.00.   

Lýsing Lýs her...