Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Team Klaksvík fingið nýtt fjepparafelag


Skrivað hevur Jákup Ósá 11.10.2017 - 11:19

Lýsing Lýs her...

Nýggja felagið fer at seta dám á heimadystin í kvøld, tá Team Klaksvík kann vinna sín fjórða sigur á rað.


Tað er neyvan ov nógv sagt, at besta liðið hjá Team Klaksvík í løtuni hevur viðgongd sum helst ongantíð áður. Liðið hevur vunnið tríggjar av fýra dystum og er partur av oddastríðnum í løtuni. Í kvøld verður fimti dysturin á skránni, tá StÍF vitjar í Klaksvíkar Badmintonhøll.


Og at tað gongur væl á vøllinum merkist eisini uttanfyri vøllin. Til seinasta heimadyst vóru óvanliga nógvir áskoðarar og teir vera neyvan færri í kvøld. Hetta er seinasta høvið at síggja Team Klaksvík á heimavølli í ein og ein hálvan mánaða, tí næsti heimadystur er ikki fyrr enn 26. november. Tí vónar Team Klaksvík at síggja stóra áskoðarafjøld í kvøld. 

Team Klaksvík hevur eisini fingið nýtt fjepparafelag, sum ungdómurin í felagnum saman við ungdómsvenjaranum Mark Dahl, sum eisini verjir málið hjá besta liðnum og hevur spælt sannførandi, hava stovnað. Fjepparafelagið eitur TK Zebras og hevur í vikuni fyrireikað seg til dystin í kvøld, tá heimaliðið sostatt fer at merkja góðan uppbakning, skrivar Team Klaksvík á síni facebook síðu.


Dysturin millum Team Klaksvík og StÍF byrjar kl. 20.00 í kvøld. Vinnur Team Klaksvík sín fjórða sigur á rað, so er liðið i minsta lagi á 2. plássi eftir dystin, tí tey bæði liðini, sum liggja frammanfyri við betri málmuni, Neistin og H71, møtast í innanhýsis dysti í kvøld. Tapir Team Klaksvík við minst fýra málum, so fer StÍF framum, og tá endar Team Klaksvík á 4. plássi eftir dystirnar í kvøld. 


Mynd: Team Klaksvík

Lýsing Lýs her...