Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Team Klaksvík vann sín fyrsta sigur í fleiri ár


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 20.09.2017 - 22:44

Lýsing Lýs her...

Team Klaksvík vann á FM favorittunum úr Kyndli og tryggjaði sær sín fyrsta sigur í landskappingini í fleiri ár.


FM favorittar siga vit um Kyndil av tí orsøk at teir fáu, sum undan kappingini mettu um liðini alment nærum vóru á einum máli um, at Kyndil bleiv eitt av oddaliðunum og fleiri peikaðu teir sum favorittar at vinna FM. Um tað hevur ávirkað Kyndil skal vera ósagt, men byrjanin hevur verið vánalig, nú liðið hevur spælt tveir dystir, móti StÍF og Team Klaksvík, sum øll hava mett verið tey bæði veikastu liðini.


Team Klaksvík í øvugtum leikluti

Team Klaksvík hevur ongan dyst vunnið í fleiri ár. So langt síðani er tað, at tá vit spyrja leikarar um tað eftir dystin, so vita teir ikki, nær teir seinast vunnu ein dyst. Men nær við hevur tað ofta verið, og tá hevur dystargongdin øgiliga ofta verið, at Team Klaksvík hevur havt leiðsluna fyrsta partin av dystinum fyri síðani at missa alt móti endanum. Í kvøld var øvugt. Kyndil byrjaði betri og hevði eina leiðslu á 11-7 í hálvleikinum. Men Team Klaksvík kom sera væl út til seinna hálvleik og skjótt bleiv javnleikur. Síðani fylgdust liðini, har Team Klaksvík fleiri ferðir fekk leiðsluna. Ikki fyrr enn í seinastu løtu blivu tvey mál á muni, tá Ludvík Súnason hegnisliga skoraði frá vonginum. Frammanundan kundi Kyndil havt javnað, tá Kyndil skoraði frá vonginum eftir, at dómarin hevði hondina uppi fyri langt álop. Men áðrenn hevði Kyndil biðið um time out ,og tí ljóðaði floytan heilt týðuliga áðrenn skotið fór í málið. Málið bleiv kolldømt.


Team Klaksvík er væl styrkt hesaferð

Team Klaksvík hevur í fleiri ár styrkt sær um hópin við fleiri leikarum uttanífrá, men tað hevur verið ójavnt, hvussu hesir leikarar hava roynst. Í ár sær út til at liðið er styrkt væl. Í málinum stendur danski Mark Dahl, sum eisini er ungdómsvenjari í felagnum, meðan íslendski Hørður F. Sigtórsson styrkir væl um bæði álop og ikki minst verju, har tað næstan altíð hevur haltað hjá Team Klaksvík. Afturat teimum er eisini Ludvík Súnason, og hann hevur drúgvar royndir í bestu deildini og vísti tað í avgerandi løtunum. Harafturat tykist lokala stjørnan, Sámal á T. Olsen, at vera væl fyri, tí hann skoraði fleiri týðandi mál í avgerandi tíðarskeiðnum í seinna hálvleiki, tá tað leikaði javnt á. Eitt spennandi ár í væntu hjá Team Klaksvík, og helst er tað ein øgiligur lætti hjá hópi og felagi sum heild at endiliga hava fingið ein sigur aftur. Tí hóast bara tvey umfør eru leikt, so er longu greitt, at Team Klaksvík hetta kappingarárið við hundrað prosent vissu fer at hava eitt betri kappingarár enn bæði í 2016/17 og 2015/16.


Toppskjútti hjá Team Klaksvík var leikandi íslendski venjarin Finnur Hansson við 6 málum. Sámal á T. Olsen skoraði 4 mál, meðan Birgir Poulsen, Ludvík Súnason og Hørður F. Sigtórsson skoraðu 3 mál. Hjá Kyndli skoraðu Hjalti M. Jacobsen og Bartal K. Olsen 4 mál.  

Lýsing Lýs her...