Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Team Klaksvík nýtt oddalið í FTZ deildini


Skrivað hevur Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen 11.10.2017 - 22:09

Lýsing Lýs her...

Myndarøð: Frammanfyri einari nærum fullsettari høll av áskoðarum vann Team Klaksvík fjórða sigurin á rað. Tá dysturin millum Neistan og H71 endaði við javnleiki, so merkti tað, at Team Klaksvík er nýtt oddalið. Tað hevur felagið úr Klaksvík ongantíð áður verið eftir 5 leiktar dystir í bestu deildini.


Tað var annars StÍF sum var frammanfyri stóran part av dystinum. StÍF hevði betra álopsspælið í fyrra hálvleiki, og var tað ikki fyri ein sera vælleikandi Mark Dahl í Team Klaksvík málinum, so hevði 15-10 leiðslan til strandingar verið nógv størri í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki byrjaði Team Klaksvík at eta seg inná strandingar. Leiðslan tódnaði, og tá 6 minuttir vóru eftir fekk Team Klaksvík leiðsluna. StÍF kom aftur uppá javnt, men við málum frá Sámali á Tjaldrafløtti og Jens Paula Mohr fingu klaksvíkingar eina tvey málsleiðslu. Seinasta minuttin fór StÍF út at dekka, og tá kom panikkur í Team Klaksvík. StÍF fekk minkað um munin, og tað var heilt nær við, at StÍF fekk seinasta álopið, men Team Klaksvík bonkurin megnaði í síðstu løtu at taka time out og hetta time out bjargaði helst Team Klaksvík sigurin. Hóast fjálturin seinasta minuttin, so vísir Team Klaksvík hugburð í ár, sum vit ikki hava sæð undanfarin ár. Nú er tað Team Klaksvík, sum hevur sálarliga yvirskotið í seinasta partinum av dystinum, tá dystirnir vera avgjørdir. Næstan allir sigrarnir hava verið teprir og prógva, at tað býr nakað í hesum liðnum, sum undanfarnu Team Klaksví lið hava manglað.


Team Klaksvík vann 26-25, og hetta var fjórði sigurin á rað. Sigurin merkir, at Team Klaksvík er oddalið í FTZ deildini. Heilt óvanliga nógvir áskoðarar vóru til dystin í Klaksvíkar Badmintonhøll. StÍF hevði fitt av áskoðarum við sær, men norðoyingar hava neyvan møtt so væl upp til ein mannfólkahondbóltsdyst í nógv ár. Og mongu heimaáskoðararnir fingu júst tað, sum teir vónaðu at fáa, ein sigur.


Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Ludvík Súnason (6), Hørður F. Sigtórsson (5), Sámal á Tjaldrafløtti (4), Petur Martin Eliasen (3), Jens Pauli Mohr (3), Finnur Hansson (3), Andrias Ellingsgaard (1) og Hans Arni B. Thomsen (1). Hjá StÍF skoraði Jóannes Prestá 8 mál og Pætur Johansen 7 mál.


Komandi fýra dystirnir hjá Team Klaksvík eru á útivølli. Næsti heimadystur er móti KÍF 26. november. 

Lýsing Lýs her...