Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir


18.02.2017

Ársaðalfundur

18.02.2017

Floksting 2017


Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Teir skjóta.


Skrivað hevur Árni Dahl 14.02.2017 - 22:00

Lýsing Lýs her...

Varskó!

Nú nærkast tí degi, at fyrsta skotið í tunnilsverkætlanini “Eysturoyartunnil-Sandoyartunnil” verður loyst av, og menn (ja, rættir menn) stíga fram kropp á kropp og hálova hesum stóra tiltaki. Eingin rødd hoyrist mæla ímóti, men eg fari at vera so ósmæðin at spyrja nakrar spurningar:

1. Hava hesir røsku menn gloymt, at søgan hevur lært okkum (sum onnur samfeløg), at búskapurin sveiggjar í einum landi? Hevur eingin lisið eina søgu um, at eftir sjey rík ár koma sjey rakár?

2. Hóast alt í løtuni gongur (at vísa seg) upp á stás, hevur so als eingin fingið við, at avvarðandi eftirlitsstovnur mælir til at lækka makrelkvotuna komandi veiðuár, og hevur eingin fingið við, at kannað verður í løtuni, um sjúka er í norðasta aliøkinum í Føroyum?

3. Hevur eingin hugsað um, hvussu ógvislig henda íløga er?

Tá ið alt er liðugt, liggur kostnaðurin ivaleyst úti við tríggjar milliardir. Vit eru 50.000 fólk, sum við at kalla einmæltari løgtingssamtykt eru bundin at hesi verkætlan.

Í Svøríki búgva um 200 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum – um 10 milliónir.

Í Danmark búgva um 100 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum – um 5 milliónir.

Hesi bæði londini fóru nakað væl undan aldaskiftinum í felag undir at fáa í lag samband um Oyrarsund (tunnil og brúgv). Verkætlanin var liðug í 2000 og kostaði um 30 milliardir. “Øresundsbro konsortiet” eigur og rekur hetta sambandið. Svenski og danski staturin eiga hetta samtakið helvt um helvt.

Hevur eingin hugsað um tann veruleika,

at 15.ooo.ooo fólk standa aftan fyri íløguna upp á 30 milliardir? (Tá er umframt at nevna, at bæði norsk og týsk ferðandi – og onnur við - gjalda eisini fyri hana),

og at 50.000 føroyingar standa aftan fyri íløguna upp á tríggjar milliardir?

Bera vit saman íløgukostnað og íbúgvaratal,

so kostar okkara verkætlan 1/10 av donsku/svensku verkætlanini,

og lutfalsliga eru 300 sviar/danir um at gjalda tað, sum ein føroyingur hevur fingið lagt á sínar herðar.

Sagt á annan hátt, so svarar okkara íløga í vavi til, at danir og sviar skuldu bygt Oyrarsundssambandið (tunnil og brúgv) 30 ferðir.

4. At enda eigur at verða spurt, um eingin hevur hugsað um, hvat ið vit ikki halda okkum hava ráð til, av tí at henda íløgan er so skilaleysa ógvislig.

Hvussu nógvar milliónir kundu vit í staðin brúkt at styrkt okkara heilsuverk?

Hvussu nógvar milliónir kundu vit í staðin brúkt til eldrarøkt og at lætta um hjá minnisveikum og familjum teirra?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar at bjarga børnum úr fátækraváða?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til fólk við likamligum og sálarligum breki?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til hóskilig eldrabýli og býli til teirra, sum seta skulu fót undir egið borð?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til at givið láglønarbólkum lønarhækkan?

Hvussu nógvar milliónir kundu í staðin verið brúktar til alt tað, sum andaliga og mentanarliga byggir okkara land og ger okkum til eina tjóð?

Til tónleik, myndlist, leiklist og skaldskap.

Til átøk føroyskum máli at frama – av teimum fyrst og fremst til at teksta allar útlendskar sjónvarpssendingar til føroyskt, men eisini til skapandi skriving og orðabókaarbeiði, til átøk, sum tryggja øllum føroyskum skúlaungdómi frálærutilfar á móðurmálinum.

Tað er fullkomiliga ófatiligt, at eingin hevur spurt hesar spurningar. Og tað er líka ófatiligt, at eingin í hesi at vísa seg so gudsóttandi tjóð setur sær sum stevnu at kvitta við mammonsdyrkan og dansin um gullkálvin.

Í 2017 stevna føroyingar í grótøði fram móti einum himmiríki, har hvør einasti landsmaður: kvennmaður og kallmaður – ungur sum eldri – kann aka oyggja millum undir jørð, samstundis sum gomul og avlamin, sinnisliga og likamliga sjúk verða offrað, og samstundis sum sálin í tjóðini – málið og mentanin – so líðandi bløðir burtur.

Teir skjóta.

Varskó!

Í Bóndabrekku 14. februar 2017

Árni Dahl

Lýsing Lýs her...