Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endiliga kom bókin um Ernestine

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.11.2009 - 11:37 Eldri tíðindi

Henda serstaka hendingin, sum nógv hevur verið tosað um, kemur nú út í bók, sum Páll Kunoy hevur skrivað.

Útgávudagur og framløga av bókini “Ernestine”, verður mikudagin 11. november kl. 19.30 í býráðshøllini í Klaksvík.

Páll Kunoy minnist serliga væl tosið millum eldru menninar í Kunoy um hendingina, tá ið Ernestina fór á land undir Selvíksbjørgum í 1930.

Páll Kunoy greiðir frá, hvussu abbi hansara, Christoffur Kunoy, fortaldi honum um sváru løtuna, tá ið Kjølbro sendi telefonboð til sín, sama dagin sum
lagnuboðini um Ernestine komu til Klaksvíkar.

Abbin varð biðin av Kjølbro at fara í eitt hús í Kunoy at bera sorgarboðini til 29 ára gamla einkju, sum nú sat eftir við fimm børnum. Hetta vóru tyngstu fet hjá abbanum á foldum, greiddi hann frá.

“Ernestine” er bókin, sum greiðir frá søguni hjá tí, sum tá varð kallað ein av Føroya vakrastu skonnartum. Dávur úr Gerðum, skipari, hevði sæð hana undir Íslandi, har franskmenn fiskaðu við henni. Honum dámdi skipið væl, og tað eydnaðist saman við bróðrinum J. F. Kjølbro í 1927 at keypa Ernestine úr Fraklandi.

Ernestine gjørdist ikki langt lív lagað á føroyskum hondum. Longu trý ár seinni fórst hon undir Selvíksbjørgum í Íslandi.

Tað sigst, at tá ið teir menninir, sum komu undan hendingini við lívinum, hittust, fevndust teir og talaðu lítið.

Tað, sum fram um alt stendur eftir frá hesum skipsbroti, er eitt av teimum allarstørstu bjargingarbrøgdunum, ið framd eru í føroyskari siglingarsøgu.
Bókin um Ernestine er ein roynd at greiða frá hesum skaðatilburði og sjáldsama og ótrúliga bjargingaravriki, ið Ziska Jacobsen gjørdist kendur og virdur fyri.

Klýpir til fiskivinnusøgu Klaksvíkar seinastu árini:
Kaj - ein dokumentarisk ævisøga
Kaj 2 - ein dokumentarisk ævisøga
Jústinus L. Eidesgaard skrivaði í 2004 og 5

Ekliptika - (fórst í 1941)
Jákup Heinesen skrivaði í 2001

Lívsbargdagi á Kappanum – søgan um Coronet
Páll Kunoy skrivaði í 2006

Fossánes – Bóru ikki boð í bý - (fórst í 1938)
Páll Kunoy skrivaði í 2007

Ernestine - (fórst í 1930)
Páll Kunoy skrivaði í 2009
Lýsing
Seinastu tíðindini
Kós & ferð
KÍ kvinnur - 07Vestur - 8-0
Lívsins loyndarmál           
J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
Umsetningu­rin høgur meðan yvirskotið tód…
- Sjókovin byggir brýr
Myndarøð: Ráðstevna um fiski- og alivinn…
Veðrið um vikuskiftið
KÍ hevur økt talið av U17-lands­liðsleika…
Ritsalon í Gallarí Havnará
Fiski­skapur  -frøði og vitan
Søkjast kann eitt aliloyvi at ala á sjób…
Søkjast kann um aliloyvi at ala lívfisk…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Ummæli: Tá hvørt ljós líkist tær
Kommunu­felagið hevur aðalfund
Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 og vann sjeynd…
Neyðtilbúgving undir arbeiðssteðgi
Mjølnir bussurin koyrir av Sandinum kl 1…
Mjølnir vaflur í Mylnuhúsinum